- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reisigildi í dag - flyta inn um eitt ár
Reisigildi í dag - flyta inn um eitt ár
LÍV byggir 31 leiguíbúðir í Klaksvík

Íbúðirnar, sum LÍV byggir í Klaksvík, verða eftir ætlan lidnar um eitt ár.
Mynd: Norðlýsið
06.06.2025 - 18:00
Tær 31 leiguíbúðirnar, sum LÍV byggir í miðbýnum í Klaksvík, eru reistar í dag, og gongst sum ætlað verður flutt í íbúðirnar í juni næsta ár.
Íbúðirnar eru í trimum støddum, 55, 75 og góðar 100 fermetrar.
Arnfinnur Gudjónsson. (Mynd: LÍV)
Leigukostnaðurin er ikki ásettur enn, men tá kunnað var um ætlanina, var mett, at leigukostnaðurin fyri 75 fermetrar verður 9.700 kr. um mánaðin.
LÍV kannar eisini møguleikar at byggja leiguíbúðir aðrastaðni i landinum.
Hoyr samrøðu við Arnfinn Gudjónsson, íløguleigara hjá LÍV, í útvarpstíðindunum:
06062025 Reisigildi_Klaksvik
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























