Nýggir partar av ‘Svarta svananum’ í sjónvarpinum

Nýggir partar av ‘Svarta svananum’ í sjónvarpinum
Kringvarpið fer í morgin og næsta fríggjadag at vísa nýggjar partar av donsku sendingini ‘Den sorte svane’
Mads Brügger, sum hevur leikstjórnað 'Den sorte svane'
Mynd: TV 2  
 
12.06.2025 - 08:57

Fyrstu fimm partarnir í dokumentarrøðini ‘Svarti svanurin’ avdúkaðu álvarsamt svik, fíggjarligan kriminalitet og tætt samband millum undirheimin og samfelagselituna í Danmark.

Fyri nøkrum vikum síðani kundi TV 2 avdúka, at tveir nýggir partar av dokumentarrøðini vóru í gerð. Hesar sendingar fara at snúgva seg um, hvat umstrídda moldvørpan Amira Smajic hevur gjørt fyri løgregluna – og ikki minst hvat løgreglan hevur gjørt fyri Amiru Smajic.

– Tað eru framvegis týðandi søgur í hesum máli, sum fólk eiga at fáa innlit í. Í teimum fyrstu sendingunum var evnið samstarvið millum elitu og undirheim. Vit eru skjótt klár við nýggjum avdúkingum, sum fara at seta gongd á kjak um njósning móti miðlum, rættartrygd og álitið á rættarsamfelagnum í Danmark. Tað verður serliga týdningarmikið at kanna, hvussu fríir miðlar kunnu fremja óheftan og kritiskan journalistikk, og hvussu vit røkja leiklutin sum fjórða statsvaldið, ið skal tala at, tá ið vit síggja valdsmisnýtslu, sigur Ulla Pors, tíðindastjóri í TV 2.

 

Sambandið millum TV 2 og Amiru Smajic

Sambandið millum TV 2 og moldvørpuna Amiru Smajic endaði í stríði í sambandi við fyrstu fimm sendingarnar. Hon royndi at steðga sendingunum bæði í bý- og landsrættinum – hetta eydnaðist tó ikki.

Røðin endaði við at vísa, hvussu Amira Smajic hevði spælt eitt dupultspæl og verið partur av brotsligum virksemi, uttan at redaktiónin hjá TV 2 visti tað. Eisini kom tað fram á eini ljóðupptøku, at hon ætlaði at brúka navnið hjá einum journalisti hjá TV 2 til at trýsta aðrar.

Amira Smajic vildi ikki stilla upp til samrøðu og koma við sínum sjónarmiðum í dokumentarinum, men hevur síðani verið í sambandi við aðrar miðlar, har ymsar ákærur móti TV 2 eru komnar fram.

Eitt nú er tað seinni komið undan kavi, at Amira Smajic í fleiri ár hevur njósnast fyri donsku løgregluna.

 

                               

    

 

Miðlaetiskar tvístøður

Amira Smajic og TV 2 mettu bæði, at tað kundi vera vandamikið fyri moldvørpuna at verða útpeikað sum informantur í kriminella umhvørvinum. Amira Smajic vildi tískil ikki, at hennara samstarv við løgregluna skuldi nevnast í dokumentarinum. Hetta góðtók TV 2 tá, men nú er støðan broytt.

– Nú Amira Smajic sjálv er farin til miðlarnar við tilfari, ið vísir hennara samstarv við løgregluna, og hetta nú er breitt kent í almenninginum, eru vit ikki longur bundin av tí lyfti, vit tá góvu. Tí kunnu vit nú journalistiskt arbeiða við sambandinum millum Amiru Smajic og løgregluna, og hetta verður kjarnin í teimum nýggju sendingunum, sigur Michael Nørgaard, aðalritstjóri fyri TV 2 Dokumentar.

TV 2 hevur kunnað Amiru Smajic og Landsdeildina fyri Serligan Kriminalitet (NSK) um, at nýggjar sendingar við nýggjum avdúkingum verða sendar nú.

Hvar og nær: Í sjónvarpinum fríggjadagin klokkan 20.20, beint eftir Gekkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632