Norð festival 2026: Nú er vorðið myrkt, og føroyska festivalsummarið er av

Norð festival 2026: Nú er vorðið myrkt, og føroyska festivalsummarið er av
Norð festivalurin lukkaði føroyska festivalsummarið við einari frálíkari konsert við danska rokkbólkinum D-A-D. Ársins festivalur fer tó í søguna sum tann kaldasti higartil
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
30.08.2026 - 23:00

Tey fyrstu trý árini, síðani Norð festivalurin sá dagsins ljós í 2023, var allarhelst vakrasti festivalur í landinum sveipaður inn í sjáldsama gott veður fyri árstíðina. 

Í ár var fyrstu ferð, at festivalurin var eitt lítið sindur avbjóðaður av veðrinum, men tað var bara eitt lítið sindur. 

Høgættin gjørdi, at tað var eitt gott hugskot at hava eina heita troyggju, húgvu og handskar við sær til Viðareiðis um vikuskiftið, tí tað var kalt. 

Myndir: Tordis Vang Guttesen

 

LES EISINI: Norð festival 2026: Sviðið neytahøvd og lærhøgir leðurstivlar á Viðareiði

 

Stilt og gott

Annars var stilt og gott veður á Viðareiði leygardagin, hóast tað sirmaði eitt sindur í løtum. Tær løturnar bar væl til antin at fara inn undir eitt av mongu tjøldunum, sum eru á økinum, at kroka, ella inn í sjálvt Hotel Norð, ið er miðdepilin á festivalinum. 

Annars líktist 2026-útgávan av Norð festivalurin sær sjálvum. Á skránni vóru fleiri av nøvnunum, sum vóru við í fyrstu útgávuni av festivalinum í 2023. Blátt gras, Sámal Ravnsfjall, Bjarki Hansen og oddamenninir í Páll Finni Páll, Finnur Koba og Páll Oddur Rubeksen. 

 

Fyrstu tónarnir, ið møttu tær á festivalinum, áttu tó hesir báðir dámligu jassarnir, sum sótu uttanfyri eini sethús beint við inngongdina til festivalin, við hvør sínari harmoniku og øl, og spældu siðbundnan harmonikutónleik.

Eitt deiligt átak, ið kendist innbjóðandi og fjálgt og fekk ein alt fyri eitt at kenna seg sera vælkomnan.

Kanska áttu fyriskipararnir at tryggja sær, at hesir báðir sita har aftur næsta ár og taka ímóti fólki. 

 

Annars er Norð festivalurin allarhest tann festivalurin í landinum, ið livir eins nógv uttanfyri girðingarnar sum innanfyri. 

Hóast fyriskipararnir boðaðu frá, at festivalurin var so at siga útseldur, so merktist tað als ikki inni á sjálvum festivaløkinum. Har var gott pláss. 

Fólk sita í húsum, húsvognum og tjøldum og hugna sær, og so tá ið stóru konsertirnar nærkast, so kom tey inn á økið. Og so hvørva tey eins skjótt aftur og tey komu. 

 

Tónleikaskráin í ár tóktiskt eitt sindur merkt av, at tað hevði eydnast fyriskiparunum at fáa eitt so stórt navn sum D-A-D heilt til Viðareiðis at spæla. 

Tað hevur óivað kravt rættiliga nógv av samlaða budgettinum til tónleikin, so nógv av skránni virkaði eitt sindur sum okkurt hjá fólki at stytta sær stundirnar við, inntil D-A-D fór á pallin. 

 

Undatøk vóru tó. 

Meðan limirnir í D-A-D kundu ganga fullkomiliga ótarnaðir tvørtur ígjøgnum festivaløkið, tá teir komu til Viðareiðis, tveir tímar áðrenn teir skuldu á pallin, so bar tað ikki til hjá Halli Joensen. 

Lokali countrykongurin í Norðoyggjum, sum býr í Danmark, bleiv í heilum kendur aftur og steðgaður, tá hann gekk runt á økinum. 

 

Hallur Joensen spældi eina góða konsert saman við sínum bólki, ið er sera væl samanspældur. 

Harumframt hevði Hallur dóttrina Jessicu Hallursdóttir við sær á pallin, umframt at hann eisini hevði tikið ein violinspælara við úr Danmark. 

 

Meðan myndir dúgliga blivu tiknar av Halli Joensen og bólkinum, so byrjaði at skýma á Viðareiði. 

Summarið er farið framvið, og heystið brátt komið er. 

"Eg vænti mær gott kjøt í ár," segði ein blaðungur maður í eini roynd at gera seg upp fyri nøkrum sprundum. 

 

D-A-D endaði við at framføra sín slagsang "It's After Dark", ið lýsir grundarlagið undir bólkinum, sum upprunaliga kallaði seg Disneyland After Dark.

Tá sló tað ein brádliga, at løtan var øgiliga sigandi. 

 

Nú er aftur vorðið myrkt um kvøldarnar, og føroyska festivalsummarið er av. 

Heitu klæðini skulu finnast framaftur, og vit mugu í størri mun dúva upp á minnini, ið vit hava tilognað okkum gjøgnum góða summarið, vit hava havt.  

 

"I'm looking at the sky
I'm trying not to cry, 'cause it's over
They're turning down the light
It's late now
Wave the last
Goodbye"

"It's After Dark", D-A-D

 

"'Cause it's after dark now
And Disneyland is closed
We're being served
Ice-cold beer
And Walt is our host
It's after dark now
And Disneyland is closed
The party is over
The night is here
Let's bring out a toast"

"It's After Dark", D-A-D

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423