Skansabryggjan kostar 546 milliónir

Skansabryggjan kostar 546 milliónir
Men uttan skaðar hevði útbyggingin kostað 510 mió kr.
Nú er gjørt endaliga upp.
 
19.06.2025 - 07:48

Tríggjar millionir og 110.000 krónur lupu av, tá avtornaði, nú roknskapurin fyri at útbyggja Skansabryggjuna í Havn er lokaður.

Fyrireikingarnar byrjaðu av álvara í 2013.

Arbeiðið byrjaði í 2016 og var liðugt í fjør.

Men tað var ikki gjørt uttan svørðsslag.

Upprunaliga játtanin var 475 mió kr.

Endaligi kostnaðurin gjørdist 545,85 mió. kr, sum er 15 prosent størri enn upprunaliga játtanin.

Skaðar

Tríggjar ásiglingar, og skadd akker kostaðu nógv aftrat fyrstu játtanini.

Tey kostaðu 111 mió. kr.

Men Tórshavnar havn fekk 75,5 mió. kr. í endurgjaldi.

Uttan skaðar hevði útbyggingin kostað 510 mió kr, sjey prosent meira enn upprunaliga játtanin.

Størsti parturin av tí, sum nú verður flutt Tórshavnar havn aftur, eru tvær milliónir og 611.000 kr., sum vóru í íløguætlanini fyri 2025.

Tær vóru har fyri at leggja upp fyri møguligum halli, sæst í fundarskránni hjá Tórshavnar býráði í gjár.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730