Ferðafólk fyri borð: Rokna ikki longur við at finna persónin á lívi

Ferðafólk fyri borð: Rokna ikki longur við at finna persónin á lívi
Vincent Roos, bjargingarleiðari hjá norsku bjargingartænastuni, sigur, at leitingin eftir livandi persóni steðgaði fyri klokkan tíggju í kvøld
Tað eydnaðist ikki at finna persónin á lívi áðrenn klokkan 22 í kvøld, og tí verður ikki longur leitað eftir livandi persóni, sigur norska bjargingartænastan
 
28.06.2025 - 22:46

- Okkara leiklutur í leitingini er steðgaður. Umstøðurnar í økinum og í málinum gera, at tað ikki longur er nøkur vón um at finna persónin á lívi, og tí fóru vit fyri umleið einum hálvum tíma síðan yvir til at leita eftir einum sjólætnum persóni.

Tað sigur Vincent Roos, bjargingarleiðari hjá Hovedredningstjenesten í Suðurnoregi, tá Kringvarpið ringir fyri at spyrja, hvussu leitingin gongur.

Tað stutta svarið er, at hon gongur ikki væl, tí hóast farið varð at leita alt fyri eitt, so eydnaðist tað hvørki skipinum sjálvum ella norsku bjargingartænastuni, sum leitaði bæði við tyrlu, bjargingarskipi og bjargingarbátum, at finna persónin á lívi.

Og tá persónurin ikki varð funnin stutt fyri klokkan 10 føroyska tíð í kvøld, varð vónin um at finna persónin á lívi fánað so nógv, at leitingin varð steðgað.

- Tað, sum nú hendir er, at málið er latið upp í hendurnar á løgregluni í Kristiansand, og tað verður so hon, sum kemur at taka sær av málinum herfrá, sigur Vincent Roos, bjargingarleiðari hjá Hovedredningstjenesten.

Veðrið í økinum var á einari leið, tá persónurin fór fyri borð. Tað var eitt stívt andøvsgul vestaneftir, 8-11 metrar um sekundið, men alduryggirnir vóru hvítir, sigur norski bjargingarleiðarin, sum leggur afturat, at sjálvt um veðrið ikki var vánaligt, so gjørdu aldurnar leitingina truplari.

- Og so eru tað nøkur viðurskifti í samband við hendingina, sum gera, at mann ikki hevur vónir um at finna persónin aftur. Akkurát hvat tað er fái eg tíverri ikki sagt nakað um, sigur Vincent Roos.

Norski bjargingarleiðarin vil heldur ikki siga við vissu, um tað var ein maður ella ein kvinna, sum fór fyri borð. Hann sigur, at mann hevur fingið ábendingar um, at talan er um ein manspersón, men tað vilja tey ikki úttala seg nærri um í verandi løtu. Kringvarpið skilir annars, at tað er hildið manntal umborð á Norrønu fyri á tann hátt at eyðmerkja persónin, og fyrr í kvøld segði Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Smyril Line, at tey avvarðandi hava fingið boð. So samleikin hjá viðkomandi er greiður.

Spurdur, hvussu leingi leitað verður eftir nú væntandi deyða persóninum, svarar Vincent Roos, at heldur ikki tað fær hann sagt nakað um í verandi løtu.

- Av tí, at hendingin fór fram í norskum sjóøki, so er tað norska løgreglan, sum stendur fyri tí partinum. Men har skulu eisini onnur viðurskifti takast við, tí sum streymviðurskiftini eru beint nú, so er ikki sannlíkt, at persónurin rekur móti Noregi. Ættin er landsynningur, sum rekur av landinum í hasum økinum, og tí fara vit ikki at siga nakað um tað. Hinvegin er einki at ivast tí, at myndugleikarnir í londunum herumkring og myndugleikarnir í Føroyum fara at tosa saman um málið, áðrenn endalig støða verður tikin til tað, sigur Vincent Roos, bjargingarleiðari.

Tað var um sjey-tíðina í kvøld, at Norrøna boðaði frá, at ein persónur var farin fyri borð. Skipið var tá statt millum 10 og 15 fjórðingar suður úr norsku strondini, millum Lindesnes og Mandal. Fólk sóu hendingina og boðaðu manningini frá, og skipið legði stilt alt fyri eitt fyri at leita eftir persóninum.

Føroyska løgreglan, sum er myndugleiki umborð, tí skipið siglir undir føroyskum flaggi, fekk boð og tað fekk norska Hovedredningstjenesten eisini. Norsku myndugleikarnir lógu ikki á boðunum, tí alt fyri eitt sendi hon bæði tyrlu, bjargingarskip og -bátar á staðið at leita. Harumframt leitaðu eisini onnur skip, sum vóru í økinum, men tá persónurin ikki var funnin á lívi tríggjar tímar eftir hendingina, var eingin vón um at finna viðkomandi á lívi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. desember
Morgunlestur mánadagur 8.desember 2025
200252
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139