Samskiftistøknin hjá løgregluni riggar ikki í Húsareynstunlinum

Samskiftistøknin hjá løgregluni riggar ikki í Húsareynstunlinum
Í morgin letur Húsareynstunnilin upp. Tunnilin er trygdargóðkendur uttan at samskiftisútgerðin hjá løgregluni inni í honum riggar.
 
05.07.2025 - 10:18

 

Húsareynstunnilin letur upp í morgin. Tunnilin er partur av nýggja innkomuvegnum, sum hevur fingið heitið Havnarvegur.


Tunnilin er 1,8 kilometur langur og er trygdargóðkendur eftir N 500 standardum sigur Heini Østerø, sløkkiliðsleiðari. 

Tað er tó ein trupulleiki, og tað er, at løgreglan kann ikki tosa saman við síni samskiftisútgerð, sum eitur KIMA, um tørvur skuldi verið á tí í samband við hending í tunlinum.  

Í staðin mugu tey koyra til nærmastu neyðtelefon í tunlinum og á tann hátt fáa samband við alarmsentralin. Tað sigur Heini Østerø. 


Orsøkin er ósemja millum Føroya Tele og Tórshavnar Kommunu um, hvør skal rinda fyri 4G ella GSM inni í tunlinum. 

Meðan Sløkkiliðið nýtir  eina sokallaða OF útgerð til sítt samskifti, sum er eitt radiosamband, brúkar skipanin hjá åpolitinum GSM.

GSM er ikki í tunlinum, og Føroya tele vil ikki rinda fyri at seta tað upp i tunlinum - tað skal kommunan gera, sigur Føroya Tele.

Tað vil Heini ØSterø ikki - GSM er ikki eitt krav fyri at trygdargóðkenna tunnilin, og tí er hann trygdargóðkendur uttan.

- Løgreglan rindar longu fyri hald hjá Føroya Tele og tað gera vit onnur eisini - kommunan fer ikki at fíggja at 4g verður sett uppí tunnilin, tað kann Føroya Tele gera, sigur hann. 

Tað eru Løgreglan, Sløkkilið og Politi, sum trygdargóðkenna tunnilin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167