- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oyggjaleikavarpið #5: Bogaskjótingin siktar eftir at vinna

Í fimta parti av Oyggjaleikavarpinum varpa vit ljós á bogaskjóting. Gestir eru Fróði Heri Poulsen, formaður í Bogaskjótisambandinum, og Helena við Misá, bogaskjútti. Føroyar hava søguliga vunnið nógv heiðurmerki í bogaskjóting. Málið er, at klára seg minst líka væl sum seinast, tá Føroyar vunnu fimm gullheiðursmerki, tvær silvur og fýra bronsur.
- Vit hava sett okkum sum mál at vinna bogaskjótingina. Vit blivu nummar tvey í Guernsey. Vit skulu í øllum førum klára at blíva nummar tvey aftur og vónandi blíva nummar eitt. Um eg seti tað høgt, hevði eg ynskt eitt gullheiðursmerki ella tvey afturat. Eg vóni, at compound-skjúttarnir hava tað í sær, sigur Fróði Heri Poulsen.
Bogaskjóting hevur eina avbjóðing við, at úttøkukappingarnar uttandura eru ein mánað áðrenn innandurakappingarnar eru lidnar. Tað hevur onkuntíð gjørt, at onkur góður bogaskjútti hevur sitið eftir, tí hann ikki er komin í dystarform til at skjóta úti.
- Tað er stórur munur á at skjóta inni og úti. Inni skjýtir tú í 18 metra frástøðu, meðan tú úti onkuntíð skal skjóta upp í heilar 90 metrar. Tíbetur hava øll megnað úttøkukrøvini hesa ferð, sigur Fróði Heri Poulsen.
Tey hava vant nógv, og skjúttarnir eru til reiðar. Vanliga kappast bogaskjúttarnir til EM og HM, men oyggjaleikirnir eiga eitt serligt pláss.
- Oyggjaleikirnir eru kanska á einum lægri ítróttarligum stigi, men hetta er ein stór kapping fyri okkum, sigur formaðurin.
Helena er nýggja ættarliðið
Ein av bogaskjúttunum, sum er við, er 20 ára gamla Helena við Misá. Hon er ein av bara fimm við sermerkta eftirnavninum, sum kemur frá eini á í Vági. Hon var við til at vinna ein bronsu í Guernsey fyri tveimum árum síðani. Hon er ein av nýggju skjúttunum, sum hevur funnið spenningin og gleðina við at skjóta við boga og píli. Helena er við á compound-liðnum. So er spurningurin, hvat munurin er á teimum báðum greinunum compound og recurve?
- Compound er, tá bogin hevur hevur tvey hjul, sum verða kallað kammar. Tað ger, at tað er lættari at halda boganum spentum, tá tú hálar heilt aftur til andlitið. Recurve er tann klassiski bogin, sum Robin Hood brúkti, forklárar Helena við Misá.
Hon greiðir frá, at tað er lættari at skjóta neyvt við compound, og tað er ikki óvanligt, at skjúttar rakað hundrað prosent. Tað vil siga, at allir pílarnir enda í miðjuni. 60 av 60. Og tá marginalarnir eru so smáir, kunnu smálutir sum andadráttur og sjálvsálit hava stóra ávirkan.
Í eini roynd at fáa fleiri at royna bogaskjóting, hevur Bogaskjótisambandið meldað til Skúlaleikir. Hetta hevurt økt áhugan, og fleiri vilja vita meira um bogaskjóting. Vónin er, at tað verða fleiri ungdómar, sum melda til.
Dýr og spennandi útgerð
Talan er um dýra útgerð, og tað er nógv viðføri, sum tey skulu hava við sær hvørja ferð. Hetta er eisini ein ítróttur, sum kann verða nakað dýrur, og hann krevur, at tú skal kava niður í smálutirnar.
- Tú kanst fáa bogar fyri hundrað túsund krónur, og tú kanst fáa ein boga fyri tvey túsund krónur. Tað ger sjálvandi mun, hvussu góða útgerð tú hevur, men tað skal stillast rætt, og tað er nógv at skrúva uppá, sigur Fróði Heri Poulsen.
Fyri ein ungan skjútta sum Helenu við Misá, hevur tað verið gott við góðari hjálp frá hinum skjúttunum. Hon heldur fyri, at hon hevði ikki verið komin so langt, um hon ikki fekk hjálp frá Jóannesi Poulsen, sum er ein av heilt royndu skjúttunum í føroyska oyggjaleikahópinum.
- Hann hevur peikað á alt, sum eg skal keypa. Eg havi bara skotið, og tað hevur gingið væl. Eg veit ikki, hvat eg skuldi gjørt uttan hann, forklárar Helena brosandi.
Bæði Fróði Heri Poulsen og Helena við Misá vísa á, at tað kann hava stóra ávirkan, hvussu tú stillar bogan og siktið. Hartil hevur veður og vindur nógv at siga.
Oyggjaleikirnar
Oyggjaleikirnir eru kanska á einum lægri ítróttarligum stigi enn EM og HM, men hetta er ein stór kapping fyri okkum. Størstu vónirnar eru í compound hjá monnum. Fróði Heri Olsen er væl nøgdur við hópin.
- Har hava vit fýra góðar skjúttar við, og tá eru enntá skjúttar, sum ikki eru við, ið kundu gjørt mun. Jóannes Poulsen vann seinast. Í løtuni skjýtur hann 40 stig betur, enn tá hann vann á oyggjaleikunum seinast, forklárar Fróði Heri Poulsen.
Fróði metir, at allir skjúttarnir hava møguleika at vinna heiðursmerki, um teir raka dagin. Serliga Jóannes Poulsen kann vinna gull. Hinvegin veit hann ikki, hvussu stór framstig hinir skjúttarnir hava gjørt seinast tvey árini.
Í compound hjá kvinnum ljóðar at favoritturin úr Jersey møguliga ikki er við. Um tað er, gevur tað okkara skjúttum góðar møguleikar. Har eru Anja Eydnudóttir og Helena við Misá við.
Fróði Heri Poulsen væntar eisini heiðursmerki í liðkappingini í compound. Hinvegin eru vónirnar í recurve ikki eins góðar hesa ferð, sum seinast. Hetta tí hópurin er minni enn seinast, tá Hans Petur Højgaard vann gull. Hjá kvinnum eru tað Pernille Krogh, Tóra Dinna Reynskor og Barbara Krossteig. Tær eru javnt góðar, og tí verður mett, at Føroyar hava ein góðan møguleika í liðkappingini.
Stóri dreymurin hjá Bogaskjótisambandinum er ein uttandura skjótibreyt. Veðrið í Føroyum er altíð ein avbjóðing. Av tí sama, verður ongantíð boðað frá, júst hvat klokkan ein kapping verður, men heldur verður víst á, at tað verður kapping um vikuskiftið.
Sagt verður, at breytin á orkunoyggjunum er góð og verðurlagið minnir um tað føroyska. Tó verður vónað, at tað verður minni av vindi, enn vit kanska uppliva í Føroyum. Oyggjaleikinrir í 2017 verða í Føroyum, og tá verður kappingin í Miðvági.
Hesi umboða Føroyar í bogaskjóting á Orknoyggjum:
Anja Eydnudóttir
Helena Skorastein við Misá
Jóannes Poulsen
Jógvan Niclasen
Bogi Andreasen
Nikkel Petersen
Pernille Krogh
Tóra Dinna Reynskor
Barbara Krossteig
Hans Petur Højgaard
Bárður Magnusson




























