Gasa uttan mat

Gasa uttan mat
Læknar uttan landamørk rópa varskó, tí hungur nú rakar serliga kvinnur, sum eru við barn ella geva bróst, og smá børn í Gasa
Børn í Gasa biðja um mat.
Mynd: Ritzau/Scanpix.  
 
15.07.2025 - 16:35

Ongantíð hava so nógv fólk í Gasa verið undirfødd - ella hungraði - sum nú. Tað staðfestir felagsskapurin Læknar uttan landamørk, sambært grein hjá danska Kringvarpinum.

Fleiri enn 700 kvinnur, sum eru við barn ella geva bróst, og nærum 500 børn eru í løtuni innløgd til viðgerð fyri hungur á heilsustovum hjá Læknum uttan landamørk í Gasa.

Síðan mai hevur "Gaza Humanitarian Foundation - stytt GHF", sum fær stuðul frá USA og Ísrael, við fáum undantøkum umsit­ið neyðhjálpina, sum hevur fingið loyvi at koma inn í Gasa, eftir ísraelsku blok­aduna.

Men tað er langt frá nóg mikið av neyðhjálp til at metta allar palestin­arnar, sum nú líða av hungur.

 

Støðan er hættislig

Á heilustovunum hjá Læknum uttan landamørk í Al Mawasi í suður Gasa og í Gasa býi, hava tey ongantíð sæð so nógv liva við føðslutroti sum nú.

- Eg havi ongantíð sæð nakað líknandi. Kvinnur, sum eru við barn í sætta mánaði, men sum ikki viga meira enn 40 kilo. Støðan er ófatiliga kritisk, sigur Joanna Perry, lækni á Al Helou sjúkrahúsinum í Gasa.

Sambært kanning hjá Læknum uttan landamørk hevur hungurin í Gasa millum annað við sær, at nógv børn verða fødd ov tíðliga, og hetta ger, at neonatal-deildirnar eru undir nógvum trýsti. Tað eru sjúkrahúsdeildir fyri sjúk pinkubørn, ið eru fødd ov tíðliga.

 

Finnast at útflýggjanini av neyðhjálp

Frá mars og fleiri mánaðir fram steðgaði Ísrael allari neyðhjálp til Gasa. Í mai varð neyðhjálpin tikin uppaftur av nýstovnaða GHF, men tað er framvegis ikki nóg mikið av mati til øll.

GHF fær somueliðis nógvan kritikk fyri hvussu tey umsita neyðhjálpina til palestinar. Sambært eini frágreiðing frá ST, eru 798 fólk dripin innan knappar tveir mánaðir í sambandi við útflyggjan av mati til tey neyðstøddu.

ST sigur eisini, at umfrant trot av mati, so er støðan við brennievni í Gasa á einum hættisligum stigi. Uttan nokk av brennievni mugu felagsskapir so sum Læknar uttan landamørk steðga við sínum humanitera virksemi í Gasa.

Hetta skrivar danska Kringvarpið í longri grein í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297