Netanyahu undir trýsti

Netanyahu undir trýsti
Ultraortodoksi flokkurin United Torah Judaism ætlar at taka seg úr ísraelsku stjórnini
Benjamin Netanyahu, ísraelskur forsætisráðharri.
Mynd: Ritzau/Scanpix.  
 
15.07.2025 - 18:38

Stuðulin til ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin, nú ein av samgonguflokkunum, tann ultraortodoksi United Torah Judaism, mánakvøldið boðaði frá, at flokkurin fer úr ísraelsku stjórnini, og við tí minkar meirilutin hjá Netanyahu munandi.

Orsøkin er ein drúgv ósemja um eitt lógaruppskot, sum segði, at ultraortodoks yeshida-fólk skuldu sleppa undan hertænastu í landinum, skrivar danska kringvarpið. 

- Netanyahu hevur súltað hetta lógaruppskotið, og nú gav tað at bíta, sigur Nanna Muus Steffensen, útsent tíðindafólk hjá DR.

Nú hevur stjórnin hjá Benjamin Netanyahu bert stuðul frá 61 av teimum 120 limunum í Knesset, og tí hevur forsætisráðharrin skund at fáa stuðulin frá teimum ultraortodoksu aftur. Tað skulu ganga 48 tímar, áðrenn fráboðanin fær gildi.

Fer ultraortodoksi United Torah Judaism úr stjórnini, sum fráboðað, so kann tað fáa ávirkan fyri friðarsamráðingarnar við Hamas, heldur Nanna Muus Steffensen.

1753891

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655