Føroyar fóru við øllum í liðkappingini í bogaskjóting

bannari
Føroyar fóru við øllum í liðkappingini í bogaskjóting
Føroyar hava í dag vunnið liðkappingina í bæði compound og recurve. Serliga í recurve var spenningur líka til tað seinasta
Bogi Andreasen, Nikkel Petersen, Jóannes Poulsen, Anja Eydnudóttir, Helena við Misá og Jógvan Niclasen
Mynd: Tróndur Arge  
 
17.07.2025 - 15:36

Føroyar hava í dag vunnið liðkappingina í bæði compound og recurve. Sigurin í compound var ein sannførandi 215-195 sigur á Jersey, meðan finalan í recurve bleiv avgjørd við einum sokallaðum “shoot-off”.

Í recurve verður spælt um tvey stig í hvørjum umfari. Fyrst til fimm stig vinnur. Føroyar vóru í finaluni móti Guernsey. Oyggjarnar skiftust um at vera á odda. Tað endaði við at tað stóð á jøvnum 4-4 og tí varð farið til “shoot-off”.

Tað endaði við, at Bárður Magnusson sendi seinasta pílin avstað, og tryggjaði Føroyum gullið. Tað var eitt mál at vinna gull í liðkappingini í recurve, men Føroyar vóru ikki greiðir favorittar undan kappingini.

 

F.V: Barbara Krossteig, Pernille Krogh, Bárður Magnusson, Hans Petur Højgaard, Tóra Dinna Reynskor  

Hinvegin, so vóru Føroyar sannførandi í compound. Jóannes Poulsen, Anja Eydnudóttir og Nikkel Petersen vunnu við heili 20 stigum. 215 móti 95. Hetta var ikki óvæntað, men tað kravdi nakað av skjúttunum at raka talvuna, tí tað var síðuvindur.

Føroyar hava samanlagt vunnið níggju gull og fýra silvur í bogaskjóting á oyggjaleikunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213