Undirtøkan fyri G! tann besta í 20 ár

Undirtøkan fyri G! tann besta í 20 ár
G! er nú útselt.
Stór undirtøka fyri G! í ár.
Mynd: Alessio Mesiano  
 
19.07.2025 - 21:35

Áhugin fyri ársins G! Festivali hevur verið serliga stórur, og sambært fyrireikarunum er hetta besta undirtøkan í 20 ár. Tá Jazzygold spældi á stóra pallinum, fekk NETS-skipanin trupulleikar, og tað tók eina løtu at selja seinastu atgongumerkini.

Nú eru øll tó seld.

Á skránni fyri kvøldið eru bæði føroysk og altjóða tónleikanøvn. Seinni í kvøld verða framførslur við Kaleo, Hamradun, Sissal, Marius DC, Stuzzi, Sun Dog, Silent Disco, Cult Member og 2 X DJ Slay og Trygva.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602