Elsa Berg: Trygdin er í lagi, men kann verða betri

Elsa Berg: Trygdin er í lagi, men kann verða betri
Síðani Havnarvegur og Húsareynstunnilin lótu upp, hevur spurnatekin verið sett við trygdina í tunlinum hjá teimum, sum súkkla
Spurningur verður settur við trygdina hjá teimum, sum súkkla í Húsareynstunlinum.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
22.07.2025 - 13:47

- Trygdin er í lagi, men kann saktans verða betri.

Tað sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, eftir at loyvið at súkkla í Húsareynstunlinum hevur reist spurningar um trygdina í tunlinum.

Átøk verða gjørt frameftir, sigur hon.

 

 

Elsa Berg.

 

Heðin Mortensen, sum var borgarstjóri, tá ið verkætlanin varð gjørd, sigur á sínum Facebook-vanga, at tunnilin og vegurin als ikki eru ætlaðir til súkling, og at býráðið ikki hevur samtykt, at tað skal vera loyvt at súkkla í tunlinum:

Elsa Berg vísir á, at í flestu tunlum í landinum er loyvt at súkkla, tí tað verður mett, at tað er nóg trygt. Hon sigur, at við eini ljósskipan ber til at ávatra bilførarar um, at súkklur eru í tunlinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

22072025_Elsa_og_sukklur

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666