- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvir 7.000 børn í fólkaskúlanum
Yvir 7.000 børn í fólkaskúlanum
7.098 næmingar eru fyribils skrivaðir inn í fólkaskúlan næsta skúlaár

Skúlin á Fløtum er størsti fólkaskúlin sambært fyribils tølunum.
24.07.2025 - 06:56
7.098 næmingar eru fyribils skrivaðir inn í fólkaskúlan næsta skúlaár.
Tað er heildartalið.
6.825 børn eru skrivað inn í vanliga fólkaskúlan.
261 vera í serflokkum og 12 á Lopfjølini.
Í skúlanum á Trøðni vera 65 næmingar og 161 í tveimum frískúlum.
Heildartalið er 7.324, vísa hagtøl hjá Undirvísingarstýrinum.
Farna skúlaár
Í farna skúlaári, 2024 til 2025, vóru eitt vet færri næmingar.
Teir vóru 7.050.
Men hetta er endaliga talið.
Í serflokkum vóru 263 og 11 á Lopfjølini.
64 vóru í skúlanum á Trøðni og 150 í frískúlum.
Endaliga heildartalið fyri farna skúlaár var 7.264.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























