Tórður inn fyri Lacok

bannari
Tórður inn fyri Lacok
Aleksandar Lacok verður ikki við í EM-undaspælinum, tí málverjin hevur fingið skaða. Ístaðin hevur Tórður Skorheim Guttesen fingið landsliðsboð
Tórður Skorheim Guttesen er kallaður innn til føroyska EM-hópin fyri Aleksandar Lacok
Mynd: HSF  
 
20.12.2025 - 13:18

Aleksandar Lacok verður ikki í føroyska EM-hópinum, sum leggur til brots í Oslo miðskeiðis í januar.

Málverjin var óhepppin í sínum síðsta dysti fyri St. Gallen, tá hann fekk ein skaða í annað knæið, sum hann nú er skurðviðgjørdur fyri. 

Í staðin er Tórður Skorheim Guttesen úr Kyndli kallaður inn í føroyska hópin, sum spælir sín fyrsta dyst 16. januar ímóti Sveis.

Aleksandar Lacok hevur verið fastur partur av A-málmanstoyminum saman við liðskiparanum Paula Jacobsen, síðan Nicholas Satchwell sleit krossbandið fyri umleið einum ári síðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815