Konurnar velja aloftast jólatræið

Konurnar velja aloftast jólatræið
- Eru maður og kona ikki samd um træið, so plagar konan at vera tann, sum eigur endaligu avgerðina, sigur Niels Petersen, sum selur jólatrøð fyri Kiwanis
 
18.12.2025 - 09:50

Í útvið 40 ár hava menn frá altjóða felagsskapinum Kiwanis selt jólatrøð í desember.

Øll árini hevur stóra jólatræssølan verið á parkeringsplássinum aftan fyri Sjónleikarhúsið í Havn. Eisini selur felagsskapurin jólatrøð aðrastaðni í landinum.

Ein, sum hevur verið partur av Kiwanis í nógv ár, er Niels Petersen, sum eisini plagar at verið fastur fúsur at selja jólatrøð.

- Hetta er blivin ein siðvenja hjá flestu okkara í desember. Vit gera eitt skema, og so skrivar mann seg á, nær mann stendur í tjaldinum og selur trøð, sigur Niels Petersen, sum upplivir stóra gleði við hesi árligu uppgávuni.

- Hetta er ein felagsskapur, og tað er stuttligt, at tað er ein vinskapur millum limirnar, sum føla, at teir gera ein mun í samfelagnum, sigur Niels Petersen og heldur fram:

- Tað er gleðiligt at síggja fólk koma inn og velja sær eitt træ og fara glað avstað við tí, sigur Niels Petersen.

Í morgunsendingini fortelur Niels Petersen um hesa føstu siðvenjuna hjá Kiwanis í desember, sum hevur útvið 40 ár á baki.

1783545

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751