Politiið leitar enn eftir vitnum eftir hending á Tórsfest

Politiið leitar enn eftir vitnum eftir hending á Tórsfest
Ein maður var, eftir øllum at døma, stungin í lærið á Tórsfest
 
27.07.2025 - 16:30

Politiið sendi út áheitan í morgun, í sambandi við at ein maður varð stungin í lærið, tá seinasta konsertin var á Tórsfest.

Enn hevur eingin vent sær til teirra, og áheitanin er enn galdandi.

Vaktleiðarin hjá Politiinum greiðir frá, at eitt størri kanningararbeiði liggur fyri framman, um eingi vitni venda sær til politiið.

Hann leggur afturat, at til eitt so alment tiltak eru allarhelst upptøkur á fleiri fartelefonum, ið skulu kannast eftir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952