- Tíðindi, mentan og ítróttur
Net: Hevði verið skilagott við einum samskiftiskaðali afturat

Fyrrapartin leygardagin fekk Net boð um, at brek var á Shefa-kaðalinum, sum gongur úr Føroyum til Hetlands, víðari til Orknoyggjar og haðani til Skotlands.
Brekið hevur við sær, at Shefa-kaðalin er óvirkin, og tað hevur aftur við sær, at alt samskiftið út í heim beint nú gongur ígjøgnum FarIce-kaðalin, sum kemur higar úr Íslandi og fer víðari til Skotlands. Akkurát tað í sjálvum sær er ikki ein trupulleiki, sigur stjórin í Net, tí FarIce klárar allan "trafikkin", sigur hann.
Men havandi tíðina í huga, har alsamt størri og størri dentur verður lagdur á trygd, heldur stjórin í Net, at tað hevði verið skilagott, um vit løgdu okkum ein kaðal út í heim afturat. Og tað hevði ikki gjørt støðuna verri, um hesin kaðalin var lagdur eitt annað stað enn til Hetlands ella Skotlands, tí so eru sannlíkindini fyri breki samstundis ikki so stór.
Tað er tó ein dýr íløga. Ein nýggjur kaðal kostar eina hálva milliard krónur, ella kanska 600 milliónir krónur, og tekur rímiliga drúgva tíð at leggja. Ikki endiliga tíð, at arbeiðið sjálvt tekur so drúgva tíð, tað valdast nógv, hvussu langur kaðalin er, men tað er meira bíðitíðin og eftirspurningurin eftir kaðalskipum, sum kann gera bíðitíðina drúgva, sigur Páll Højgaard Vesturbú, stjóri í Net.
- Tað eigur ikki at koma óvart á okkum, um tað tekur millum trý og fýra ár, sigur hann.
Spurdur, hvussu leingi vit kunnu bíða eftir einum triðja kaðali, svarar hann, at tað valdast, hvussu ein sær uppá tað.
- Sum nevnt klára vit at koyra alt samskiftið ígjøgnum ein kaðal, men tað er ikki skilagott, og tað valdast, hvussu gongdin á hasum økinum verður, hvussu leingi vit tola at bíða. Men bíðitíðin kann gera tað neyðugt at seta gongd á tað skjótari enn vit kanska hugsa um beint nú, sigur Páll Højgaard Vesturbú.
Tað er ikki vist, at tað verður neyðugt fyri føroyingar at gera hendan kaðalin einsamallir heldur. Sambært stjóranum í Neti hava bæði grønlendingar og íslendingar tørv á nýggjari loysn, og tá kann tað vera skilagott av okkum at krøkja okkum upp í tað samstarvið, vísir stjórin í Neti á.
Og, leggur hann afturat, so kann tað jú eisini vera, at vit finna eina loysn, har vit kunnu selja kapasitet til aðrar, sum vit hava gjørt við Shefa-kaðalinum. Tað kastar inntøkur av sær, og tær gera íløguna bíligari hjá føroysku brúkarunum, sum í síðsta enda eru teir, sum koma at rinda kostnaðin fyri íløguna.
Trýst á leinki niðanfyri, og hoyr samrøðuna, sum var við Páll Højgaard Vesturbú, stjóra í Neti, í tíðindunum á nátturða. Og hetta innslagið er rættað, so alt er komið við.


























