Nú kemur lógin um vakmyndatól

Nú kemur lógin um vakmyndatól
Uppskotið kemur í tingið í heyst
Lógin skal geva kommunum heimild at seta vakmyndatól upp. (Savnsmynd)
 
30.07.2025 - 14:25

Nú kemur lógin, sum skal geva kommunum loyvi til at brúka vakmyndatól.

Uppkotið er í løglistanum, sum er lagdur fyri løgtingið.

Uppskotið kemur í tingið í heyst.

Løgtingið samtykti í mai í fjør eitt uppskot hjá Sambandsflokkinum, sum heitti á landsstýrið um at koma við uppskoti um kommunur og vakmyndatól.

Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismaður, segði í fjør, at Løgmálaráðið arbeiddi við nógvum lógaruppskotum, sum skuldu í tingið i júst lidnu tingsetuni.

Tí var ivasamt, um uppskotið um vakmyndatól kom í hesi tingsetuni.

Og tað gjørdi tað heldur ikki.

Men tað kemur í heyst.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688