SF25: Sálmasangur og hornblástur settu hol á Summarfestivalin

SF25: Sálmasangur og hornblástur settu hol á Summarfestivalin
Tey seinastu árini, so hevur, í vikuni upp undir Summarfestivalin, verið skipað fyri sálmakvøldið í Christianskirkjuni. Soleiðis var eisini í kvøld
Mynd: Bárður Lydersen  
 
06.08.2025 - 22:22

Eini 250 fólk vóru í Christianskirkjuni í kvøld, har skipað varð fyri sálmakvøldi.

- Ólavsøkan er júst farin aftur um bak, KÍ vann í gjárkvøldið, og nú stendur Summarfestivalurin fyri durum. Tá er hetta ein upplagdur møguleiki líka at steðga á og seta seg í frið og náðum í kirkjuna at syngja nakrar sálmar, sigur Marjun Lómaklett, prestur,

- Og so er hetta eisini eitt fínt høvið hjá fólkið at uppliva kirkjuna, leggur hon afturat.

Myndir: Bárður Lydersen


"Um summarið eru nógvar stevnur, festivalar og onnur tiltøk - sum er gott - men tað vísir á, at vit liva í einari tíð, har tað er nógv ferð á í nýmótans tilveruháttinum ella lívsstílinum," staðfesti Marjun Lómaklett, prestur, í sambandi við árliga sálmakvøldið í Christianskirkjuni kvøldið fyri Summarfestivalin (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Byrjaði sum aftanskvirra

Tað byrjaði við, at tey høvdu aftanskvirru í kirkjuni í vikuni upp undir Summarfestivalin. Men tey seinastu átta árini, hevur verið skipað fyri sálmakvøldi.

- Fólk hava tikið sera væl ímóti hesum, tí nógv fólk eru komin í kirkjuna at syngja sálmar. Tað eru ikki bert fólk í lokaløkinum sum koma, men eisini fólk aðrastaðni frá, so tað er hugaligt at skipa fyri, sigur Marjun Lómaklett, prestur.


Fiona Parker stjórnar Klaksvíkar hornorkestri, ið hevur verið við frá byrjan, tá stig bleiv tikið til sálmakvøldini (Mynd: Bárður Lydersen)
 

Klaksvíkar Hornorkestur hevur frá verið við frá byrjan og spælt undir til nakrar av sálmunum og spælt pre- og postludium.

- Fyri okkum er hetta ein hugnalig løta, har vit hittast aftur eftir ein stuttan summarsteðg, og fyri orkestri er at hugaligt at seta dám á sálmakvøldið og at fólk taka so væl undir við tiltakinum, sigur Petur Simonsen, formaður í Klaksvíkar Hornorkestri.


Fitt av fólki hevði leitað sær í Christianskirkjuna til sálmakvøldið í kvøld, ið var startskotið til Summarfestivalin (Mynd: Bárður Lydersen)
 

Nógv ferð á um summarið

Eftir at sungnir vóru sálmar, bæði úr sálmabókini, sálmabókauppískotinum og nakrir enskir sálmar, vóru øll boðin til kaffi og kaku í kirkjukjallarnum.

- Fyrst og fremst haldi eg, at tað hevur stóran týdning at vit syngja fyri okkara Gudi og frelsara, men sum eg segði, so er um summarið nógvar stevnur, festivalar og onnur tiltøk - sum er gott - men tað vísir á, at vit liva í einari tíð, har tað er nógv ferð á í nýmótans tilveruháttinum ella lívsstílinum. Tí er tað ikki løgið, at av somu orsøk er enn meira átrokandi við friði, hvíld og kvirru. Hesum hava vit tilvitað størri tørv á, til tess, at ferðin ikki skal gerast ov stór, og vandi kann gerast fyri at brenna út í meldrinum. Og júst eitt sálmakvøld sum hetta, kann fáa okkum niður gir einaløtu, sigur Marjun Lómaklett, sóknarprestur í Christiankirkjuni.


Jóhanna Johannessen spælir urgur í Christianskirkjuni, og tað gjørdi hon eisini undir til sálmakvøldið í kvøld (Mynd: Bárður Lydersen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta í Vágs kirkju
207283
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227