Herborg Torkilsdóttir í løtuni: Inspirerar meg at síggja, at tað ber til

Herborg Torkilsdóttir í løtuni: Inspirerar meg at síggja, at tað ber til
Herborg hugleiðir um kærleikan í sanginum Tann einasta hjá mær, sum hon skrivaði til gullbrúdleypið hjá foreldrum sínum
07.08.2026 - 18:08

Dagsins gestur í løtuni er Herborg Torkilsdóttir, sum syngur rørandi sang um foreldrini. 

– Babba er so forelskaður í mammu. Hon er eisini góð við hann, men tað er inspirerandi at síggja at tað ber til. 

Herborg Torkilsdóttir brosar, tá hon tosar um foreldrini. Júst hetta gjørdist íblásturin til sangin „Tann einasta hjá mær“, sum hon skrivaði til gullbrúdleypið hjá teimum. 

– Tað ljóðar kanska eitt sindur sukursøtt, men tey eru so inspirerandi. 

Foreldrini hittust, tá mamman var 15 ára gomul og pápin 17. Longu sum ung fingu tey sær eina stóra familju og í dag eru tey framvegis fyrimyndin hjá Herborg. Hon sigur, at tað vakurt at síggja, at tað ber til at halda saman og framvegis vera so góð við hvønn annan eftir so nógv ár. 

Vanliga kenna fólk Herborg frá skemtiligum og lættsinnaðum sangum um millum annað pitsabakkar. Men viðhvørt hevur hon tørv á at vísa eina aðra síðu. 

– Eg havi brúk fyri viðhvørt at syngja okkurt við kenslum, og ikki bara um pitsabakkar og sovorðið. Tað er eisini stuttligt, men alt til sína tíð. 


(Mynd: Kristina Sundstein) Tá Herborg Torkilsdóttir ikki syngur, bindur hon sera nógv. Í løtuni er hon ílatin eina troyggju í egnum sniði, sum hon hevur bundið úr restagarni.  

Seinastu tíðina hevur Herborg eisini vent eyguni út um klettarnar. Hon er farin at syngja á donskum, og hon heldur, at móttøkan hevur verið sera góð. Við hesum vaksa eisini møguleikarnir, og komandi árið eru ætlanir um konsertir bæði í Danmark og Norra. 

Eftir at hava spælt kring alt Føroya í nógv ár, kennir hon, at tíðin er komin at royna okkurt nýtt. Hon viðgongur, at tað at syngja á donskum gevur henni fleiri møguleikar og høvi at uppliva enn meira. 

Á Summarfestivalinum gleðir Herborg seg til enn eina ferð at standa á Torginum. 

Hon minnist serliga framførsluna í fjør. Regnið oysti niður, og vindurin leikaði í. Kortini fóru fólk úr teltunum og savnaðust framman fyri pallinum. 

– Tað var bara eyka gevandi, tá tey tímaðu at standa har í regninum. 

Í ár lovar hon eina hugnaliga løtu við sangum, sum fólk kenna, og kanska eisini eitt sindur av felagssangi, so fjøldin kann syngja við. 

Hoyr Herborg Torkilsdóttir í løtuni omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065