- Tíðindi, mentan og ítróttur
SF26: Silvaland á Vágsbøi

Hamradun er eitt rokkorkestur í heimsflokki.
Tað staðfesti bólkurin, tá hann var høvuðsnavnið á Summarfestivalinum hóskvøldið.
Hamradun spældi eina konsert sum vísti, at bólkurin hevur uppiborið at sleppa upp á størstu rokk- og tungmálmspallarnar úti í heimi, eitt nú Copenhell.
Rokkgudurin Pól Arni
Kvæðarokkurin hjá Hamraduni fór reint inn hjá Summarfestivalgestunum.
Tey fingu alt tað, ið tey komu eftir. "Sinklars vísu", "Jallgríms kvæði", "Brestiskvæði", "Sneppuna", "Nætur níggju" og ikki minst framúrskarandi útsetingina av "Føgru blómu".
Pól Arni Holm, ið er ein oddamaður í heimsflokki, gongur á odda fyri Hamraduni (Mynd: Finnur Justinussen / Leit.fo)
Eitt er, at limirnir í Hamraduni eru royndir tónleikarar, ið hava spælt rokk uttan íhald seinastu 30 árini.
Eitt annað er, at á odda fyri Hamraduni stendur uttan kjak Føroya besti rokksangari, Pól Arni Holm, sum er ímyndin av einum rokksangara - ja, einum rokkgudi.
Og so er tað eisini feitt - ella heitt, sum tey ungu siga í dag - at Hamradun hevur eitt mið og eitt mál við sínum tónleiki. Tað snýr seg um tjóðarbygging og at vísa á mergin í føroysku fólkasálini gjøgnum kvæði og skjaldur.
(Mynd: Finnur Justinussen / Leit.fo)
Vekamannafylkingin
Stuttligt var tað eisini at síggja, at manningin á pallinum var ein føroysk útgáva av Village People ella nærri Verkamannafylkingini.
Pól Arni Holm er sjálvur skúlastjóra, Heri Reynheim, ið spælir bass, er formaður í Havnar arbeiðarafelag, og í kórinum sást eisini søgufrøðingurin Helgi Eidesgaard, ið hevur skriva bøkurnar "Til arbeiðis! Lív ella deyð!" um fyrstu 100 ár Havnar Arbeiðarafelags og stóra tríverki um søguna hjá Føroya arbeiðarafelag.
LES EISINI: SF26: Hamrandi gott á Vágsbøi
(Mynd: Finnur Justinussen / Leit.fo)
Harðari, Alexandur, harðari
Har var bara eitt at finnast at við konsertini hjá Hamraduni, og tað var ljóðið.
Ljóðmaðurin, Alexandur Gaard, er ein av landsins bestu, og sjálv ljóðmyndin hekk væl saman. Har var bara ikki nokk av ljóði.
"Tá eg eri til rokkkonsertir, so vil eg merkja tað millum rørarnar," tók onkur til.
So higani skal ljóða hendan áheitan: Harðar, Alexandur, harðari.
Going for the One á nýggja pallinum á Torginum (Mynd: Finnur Justinussen / Leit.fo)
Torgið yvirhálað Tjaldið
Annars var hóskvøldið á Summarfestivalinum eitt deiligt tónleikakvøld, sum byrjaði við Tórfríð Tavsen á nýggja, stásiliga pallinum á Torginum, meðan Sámal & Benjamin tóku yvir í Tjaldinum.
SÍ EISINI: Sámal & Benjamin í løtuni: – Hetta er jú eitt vandamikið samstarv
Pallurin á Torginum, ið áður lá kroystur millum ein ítróttarhandil, eina standmynd og sølubásar, og átti ivasama heiðurin sum reyvarholið á føroyska tónleikapallinum, er nú fluttur út á Bøgøtu við útsýni yvir Vágsbø.
Hetta riggaði so mikið væl, at tað ber til at tosa um, at Torgið hevur yvirhálað Tjaldið, tá vit tosa um ting á Summarfestivalinum.
(Mynd: Finnur Justinussen / Leit.fo)
90ini ikki verið til fánýtis
Serliga hugtakandi var tað at hoyra danska kvinnurokkbólkin Going for the One framføra eina hugnaliga konsert á Torginum, sum staðfesti, at 90ini ikki hava verið til fánýtis.
"Hetta ljóðar eitt sindur sum Alanis Morisette," tók onkur til, og tað var sera beinrakið. Tónleikurin flutti ikki fjøll, hvørki listarliga ella ljóðliga, men tað var ein fín konsert.
Konsertin staðfesti eisini, at tað er pláss og tørvur á at fáa fleiri útlendsk nøvn á Summarfestival-skánna, tí nógv fólk vóru savnað at lurta eftir danska rokkbólkinum, og tey vóru komin fyri at lurta.
ItaloBrothers á Vágsbøi (Mynd: Finnur Justinussen / Leit.fo)
Vakur poppur - heiladeytt tekno
Hinar stóru konsertirnar hóskvøldið vóru konsertirnar við føroyska-danska-bólkinum Alias Morera og týska ItaloBrothers. Tvær konsertir, sum í grundini ikki kundi verið meira ymiskar.
Alias Morera, ið eru Filip Mortensen og konan Sarah Christensen, spældu eina konsert við rørandi vøkrum poppi í Tjaldinum á midnátt, meðan ItaloBrothers borðreiddu við heiladeyðum hoppi-teknotónleiki á Vágsbøi klokkan eitt.
Tónleikurin hjá Alias Morera er enn ikki so kendur millum fólk, men talan er um poppsangir av altjóða formati, framførdir av tveimum ómetaliga dugnaligum fólkum og einum spikaharamdi feitum bólki.
Higani skal ljóða hendan áheitan: Gevið meira út, Filip og Sarah, og komið meira út og spælið. Tit eru fantastisk.
ItaloBrothers á Vágsbøi (Mynd: Finnur Justinussen / Leit.fo)
Vágsbøur sum hoppiland
Summarfestival-fyriskipararnir høvdu í ár rakt heilt blett við at bóka týska tónleikaframleiðaran Mathias Metten, ið spælir undir navninum ItaloBrothers, at lukka Vágsbø fríggjamorgunin.
Tað kendis eins og Silvaland eina løtu var flutt oman á Vágsbø, tí tað bleiv ein heiladeyð-hoppiløta av teimum stóru aftur við teknotónleikinum hjá ItaloBroters. Eitt tónleikaball meir enn ein tónleikaløta.
Tað var fantastiskt at uppliva øll tey ungu hugna sær afturvið áhaldandi boðunum um at "jump, jump, jump". Fyriskipararnir høvdu heldur ikki yvirselt ItaloBrothers, eins og teir gjørdu við DJ Ötzi í fjør. Tað hjálpti upp á upplivingina, tí tað var eingin ivi um, at Hamradun var høvuðsnavnið hóskvøldið.
Mynd: Finnur Justinussen / Leit.fo
Tónleikurin byrjar ov seint
Annars skal eg bera eina áheitan víðari frá einum familjupápa: "Tónleikur byrjar ov seint á Summarfestivalinum."
Familjumaðurin var móður av øllum tímunum, ið hann longu hevði uppihildið seg í Silvalandi, og tá er festivalurin ikki hálvrunnin.
"Um tú ikki veitst, hvat helviti er, so veitst tú tað, tá tú kemur inn í Silvaland," helt hann speirekandi fyri.
Hann ynskti sær onkran tónleik at fara til við børnunum úti á festivaløkinum fyrri upp á dagin.
So eru tey boðini farin víðari, og tað hevur slitið í í Klaksvík.
































