Útlendingastovan eigur at læna fólk fyri at stytta viðgerðartíðina

Útlendingastovan eigur at læna fólk fyri at stytta viðgerðartíðina
Arbeiðsgevarafelagið fýlist á, at viðgerðartíðin er blivin ov long eftir at vit hava yvirtikið málsøkið
Arbeiðsgevararnir siga, at viðgerðartíðin hjá Útlendingastovuni eru vorðin ov long, síðani vit yvirtóku málsøkið.
 
12.08.2025 - 08:08

Útlendingastovan eigur at læna fólk frá øðrum stovnum og ráðum fyri at stytta um viðgerðartíðina 

Vinnuhúsið sigur, at tað hevur uppskot um, hvussu viðgerðartíðin kann styttast, tá arbeiðs- og uppihaldsloyvi skula latast ella leingjast.

Arbeiðsgevarafelagið fýlist á, at viðgerðartíðin er blivin ov long eftir at vit hava yvirtikið málsøkið.

Ráðini eru, at Útlendingastovan skal læna fólk frá øðrum stovnum og ráðum.

Hetta er, sigur Vinnuhúsið, vanlig mannagongd í grannalondum, tá málsviðgerðartíð er vorðin ótolandi.

 

 

Vinnuhúsið mælir til, at Útlendingastovan lænir fólk fyri at fáa málsbunkarnar niður á eitt meira vanligt og rímiligt støði.

 

 

Fáa bunkarnar niður

Talan er um eina stutttíðarloysn fyri at fáa málsbunkarnar niður á eitt meira vanligt og rímiligt støði. 

Hetta tiltak eigur at byrja alt fyri eitt, sigur Vinnuhúsið.

Eitt annað uppskot er, at fleiri starvslesandi hjálpa til at viðgera umsóknirnar.

Og íløgur í KT-skipanir og aðrar skipanir, sum gera umsitingina effektivari, skulu raðfestast.

 

Undangóðkenningar

Haraftrat vil Vinnuhúsið, at loyvistíðin hjá undangóðkenningum hjá fyritøkum skal úr einum upp í trý ár, og at útvald triðjalond skulu viðgerast á sama hátt sum eftir snarskipanini.

Kemur hetta í lag kunnu undangóðkendir arbeiðsgevarar seta fólk, so skjótt sum setanin er fráboðað myndugleikunum, og so verður umsóknin viðgjørd aftaná. 

Hetta er sami háttur, sum longu verður brúktur fyri fólk úr ES, sigur Vinnuhúsið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815