Nú skulu pensjónistar sleppa undan eftirrokning

Nú skulu pensjónistar sleppa undan eftirrokning
Almanna- og mentamálaráðið hevur sent uppskot um broytingar í pensjónslógini til ummælis
Broytingarnar í pensjónslógini hava m.a. við sær, at pensjónistar skulu sleppa undan eftirrokning, og pensjónin skal gjaldast afturúr. (Savnsmynd)
 
13.08.2025 - 09:24

Landsstýrið væntar at spara átta milliónir krónur, nú broytingar skulu gerast í lógini um pensjónir.

Almanna- og mentamálaráðið sigur, at reglurnar um umrokning og eftirrokning av fólkapensjón vera broyttar.

Pensjónin verður tillagað so hvørt, inntøkan hjá fólkapensjónistinum broytist.

Tá slepst undan eftirrokningum. Í 2023 fingu 1822 pensjónistar eftirrokning.

Og pensjónin skal gjaldast afturúr, ikki, sum nú, frammanundan.

Henda broyting verður bara verður galdandi fyri nýggjar pensjónistar. Hon ávirkar eisini rættin til pensjón í sambandi við deyða.

 

 

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum, eigur uppskotið um broytingar í pensjónslógini, sum nú er farið til ummælis.

 

Pensjón við deyða

Sambært galdandi lóg heldur rætturin til fólkapensjón uppat, tá mánaðurin, sum kemur aftaná mánaðin, pensjónistur doyr, endar. 

Nú fer tann rætturin at halda uppat, tá mánaðin, pensjónisturin doyr, endar.

Tað merkir, at doyr ein fólkapensjónistur ella fyritíðarpensjónistur í februar til dømis, fær viðkomandi bara pensjónina fyri februar. Ikki bæði fyri februar og mars sum nú.

Einki er um pensjónaldur í uppskotinum, sum nú er á veg.

 

Spardi peningurin til onnur almannaøki

Ætlanin er at spara átta milliónir krónur. Tær skulu brúkast til onnur almannaøki, sigur Almanna- og Mentamálaráðið.

Ætlanin er at gera støðuna betri hjá ungum og heimleysum við samansettum avbjóðingum.

Fyritíðarpensjónistar skulu fáa eftirlønarviðbót, og tey, sum missa arbeiðsinntøku, tí tey eru hjá sjúkum fólki, skulu fáa 31.000 kr. í staðin fyri 27.779 kr. sum nú.

Lógaruppskotið er sent til ummælis, og freistin at gera viðmerkingar er 9. september.

Les uppskotið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449