Trætan um Galaxy endar í Fasta Gerðarrætti

Trætan um Galaxy endar í Fasta Gerðarrætti
Málið um lønarviðurskiftini á ferjuni, sum skal avloysa Smyril, verður viðgjørt sum skundmál
Galaxy skal eftir ætlan avloysa Smyril seinni í hesum mánaðinum.
 
13.08.2025 - 11:04

Málið um lønarviðurskifti hjá føroyskum fakfelagslimum, sum skulu manna Galaxy, er beint í Fasta Gerðarrættin

Eftir ætlan skal grikska ferjan avloysa Smyril í átta-tíggju vikur frá 23. august, meðan hann er í dokk.  

Tó er siglingin við Galaxy í vanda, tí Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið nokta limum sínum at fara umborð, fyrr enn sersáttmáli er gjørdur fyri Galaxy.

 

Skundmál

Eftir samráðingar millum feløgini og Fíggjarmálaráðið, er málið í dag beint í Fasta Gerðarrættin, upplýsir formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, Annfinnur Garðalíð.

Málið verður viðgjørt sum skundmál.

Tað ber í sær, at fyrireikandi fundurin skal vera innan 24 tímar frá tí, at málið er sent gerðarrættinum, og úrskurðarfundurin skal vera innan 72 tímar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558