Rætturin vildi ikki varðhaldsfongsla mann - er nú farin av landinum

Rætturin vildi ikki varðhaldsfongsla mann - er nú farin av landinum
Maðurin var upprunaliga skuldsettur fyri ymisk lógarbrot, men var ikki varðhaldsfongslaður. Nú leitar politiið eftir honum, tí hann skal hava framt grovan harðskap
Maðurin, sum politiið leitar eftir, er farin av landinum, og hann er ikki tikin.
 
18.08.2025 - 09:52

Maðurin, sum var farin av landinum, tá hann skuldi handtakast, er tann sami, sum Føroya rættur ikki vildi varðhaldsfongsla í grundlógaravhoyring tann 6. august.

Eystari landsrættur staðfesti tann úrskurðin.

Niðurstøðan hjá dómsvaldinum er, at treytirnar fyri varðhaldsfongsling ikki vóru loknar.

Maðurin, sum er úr Eysturevropa, var tikin 5. august.

Maðurin, sum er miðskeiðis í tríatiárunum, var skuldsettur fyri nøkur lógarbrot í eina tíð, so sum harðskap og stuldur í seks-sjey førum.

Maðurin var í Føroyum í hálvt ár. Hann hevði, tá hann var tikin, einki arbeiði.

 

Politiið leitar

14. august segði politiið seg so leita eftir einum manni, sum skuldi hava framt grovan harðskap.

Fráboðanin um hann kom tann 13. august.

Harðskapurin skal vera framdur móti einum føroyingi nakrar dagar fyri tann 13. august. Tað skal vera hent í einum bústaði í Havn. 

Men trupulleikin hjá politinum var, at maðurin, sum tað vildi hava hendur á, var farin av landinum.

Talan er um frælsistøku umframt grova harðskapin, sigur politiið.

Maðurin er ikki tikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392