Kann fáa upp í 10 ára fongsulsrevsing

Kann fáa upp í 10 ára fongsulsrevsing
Skuldsetingarnar byrjaðu í august 2024. Nú er staðfest, at sonur norsku krúnprinssesuna, Mette-Marit, verður ákærdur fyri 32 lógarbrot.
Marius Borg Høiby
Mynd: AFP  
 
19.08.2025 - 19:06

Marius Borg Høiby er sonur Mette-Marit, krúnprinsessu, men ikki sonur norska krúnprinsin, Haakon. Hann er kortini limur í norsku kongafamiljuni.

Marius Borg Høiby bleiv handtikin og skuldsettur fyrstu ferð fyri einum ári síðani fyri álop og harðskap móti táverandi unnustu síni. Eftir hetta komu fleiri skuldsetingar, m.a. frá øðrum fyrrverandi unnustum. Kanningin av málunum hevur vart í yvir eitt ár og á tíðindafundinum í dag bleiv greitt, hvørjar ákærurnar verða.

Marius Borg Høiby fær tilsamans 32 ákærur fyri harðskap, deyðshóttanir, herverk, brot á løgreglubann, álop á løgreglufólk og neyðtøku. 

Hetta kann geva upp til 10 ára fongsulsrevsing.

Hann hevur áður noktað seg sekan í millum annað neyðtøkuákærunum, men hevur viðgingið, at hann hevur framt harðskap, ímeðan hann var ávirkaður av rúsevnum.

Marius Borg Høiby er sonur Mette-Marit, krúnprinsessu, men ikki sonur norska krúnprinsin, Haakon. Hann er kortini limur í norsku kongafamiljuni. Hendingarnar hava skakað norsku kongafamiljuna. 

Norski statsákærin sigur, at rættarmálið kann byrja í januar 2026. Hann gjørdi eisini greitt, at hóast Marius Borg Høiby er partur av norsku kongafamiljuni, verður hann ikki viðgjørdur øðrvísi, enn onnur.

 

"Tað hevur verið ein hørð tíð fyri øll, sum eru rakt av hesari sakini. Vit vita nú, hvørjar ákærurnar eru, og so er tað upp til dómstólarnar at avgera, hvussu sakin endar. Vit fara at halda fram at røkja okkara uppgávur eftir besta førimuni", sigur Haakon krúnprinsur. 

Áðrenn skuldsetingarnar byrjaðu í august 2024, stuðlaðu 73 prosent av norska fólkinum kongahúsinum. Tveir mánaðir seinni, í september 2024, var tað minkað niður í 62 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713