Virðið á Ørsted-fyritøkuni er fallið 15 prosent

Virðið á Ørsted-fyritøkuni er fallið 15 prosent
Hóast amerikanarar hava givið boð um at steðga havvindmylluætlanini, heldur hon fram, sigur Ørsted
Nú er greitt, at danski staturin fer at seta fleiri pengar í Ørsted, so staturin kann varðveita meirilutan í felagnum.
Mynd: Tom Little/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.08.2025 - 08:56

Virðið á danska felagnum Ørsted er fallið 15 prosent, eftir at felagið fyribils ikki sleppur at byggja havvindmyllulund í USA. 

Tað var um vikuskiftið, at amerikansku myndugleikarnir komu við boðunum, at havvindmyllulundin RevolutionWind í USA skal ikki gerast.

Hetta hevur fingið virðið í Ørsted at falla meira enn 15 prosent.

Danska kringvarpið skrivar, at fleiri greinarar meta, at tað kann fara at kosta felagnum fleiri milliardir krónur. 

Til samanberingar mátti norska Equinor rinda eina eykarokning upp á umleið 5,1 milliard krónur, tá ið amerikanska verkætlanin hjá felagnum, Empire Wind, steðgaði upp herfyri.   

 

60 mia. aftrat

Ørsted hevur áður biðið íleggjarnar um 60 miliardir kr. aftrat, sum millum annað skuldu nýtast til at gera amerikansku havvindmyllulundina lidna. Ørsted sigur í morgun, at farið verður víðari við tí ætlanini. 

Danski staturin eigur beint yvir 50 prosent av partabrøvunum í Ørsted. Fráboðan er komin um, at staturin fer at seta fleiri pengar í felagið, so at staturin eisini í framtíðini fer at eiga meira enn helvtina á partabrøvunum í felagnum.

Tað merkir, at danski staturin er til reiðar at seta 30 milliardir í Ørsted, skrivar DR.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327