Kanna broytingar av krabba í tjúkktarmi og endatarmi

Kanna broytingar av krabba í tjúkktarmi og endatarmi
Samanborið við grannalondini, verða føroyingar oftari raktir av krabba í tjúkktarmi og endatarmi, men lutfalsliga fá doyggja av sjúkuni
Deplar á Landssjúkrahúsinum eru partur av granskingarverkætlanini um krabba í tjúkktarmi og endatarmi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.08.2025 - 14:16

Á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum eru tey farin undir at kanna, hvussu krabbi í tjúkktarmi og endatarmi í Føroyum er broyttur seinastu árini.

- Vit vilja kanna sjúkumynstur, hvussu sjúkan verður uppdagað og sjúkugongdina, sigur Maria Winther Dalsgaard, introlækni í maga- og tarmkirurgi, sum stendur á odda fyri verkætlanini. 

 

 

Maria Witnher Dalsgaard. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fyri at læra og skilja munin á sjúkumynstrum, umframt at betra um viðgerðartilboðini og útlitini fyri føroyskar sjúklingar, verða føroysku úrslitini samanborin við tølini í Danmark og kanska í øðrum Norðurlondum.  

Samanborið við grannalondini, verða føroyingar oftari raktir av krabba í tjúkktarmi og endatarmi, men lutfalsliga fá doyggja av sjúkuni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27082025_Tjukktarmur

 

Verkætlanin fevnir um eitt breitt og tvørfakligt samstarv, har starvsfólk á Skurðdeplinum, Medisinska deplinum, Heilsugranskingareindini, Fróðskaparsetrinum og Center for Surgical Science (CSS) á Sjællands Universitetshospitali í Køge eru við. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666