Géza Dávid Turi fekk troyggjuna hjá Bruno Fernandes    

Géza Dávid Turi fekk troyggjuna hjá Bruno Fernandes    
"Eg føldi meg eitt sindur illa at biðja um troyggjuna, tí hann sá so keddur út," sigur Géza Dávid Turi, sum í gjár var við at varpa United úr EFL-steypakappingini við Grimsby
Ein glaður Géza Dávid Turi í troyggjuni hjá United-liðskiparanum Bruno Fernandes eftir sigurin í gjárkvøldið
Mynd: Géza Dávid Turi  
 
28.08.2025 - 13:29

"Eg dugi ikki ordiliga at seta orð á kensluna, hvussu stórt tað var at vinna á Manchester United."

Tað ásannar føroyski landsliðsmiðvallarin, Géza Dávid Turi, sum í gjárkvøldið var við til at varpa mæta Manchester United út úr ensku EFL-steypakappingini við felag sínum Grimsby Town, ið spælir fjórðbestu deildini. 

"Vit vóru ikki úti og freiraðu tað sum soleiðis, men eg var fullkomiliga uppi at koyra eftir sigrinum og brotssparkinum, og eg fekk ikki blund í eyguni, fyrr enn klokkan fimm ella seks í morgun." 

 

Ein longri samrøða við Géza Dávid Turi kann hoyrast her:
- um United-sigurin og at skifta frá Víkingi til Grimsby 

Geza_David_Turi_samroda_endalig

 

....framhald av greinini undir myndini


Mynd: Grimsby Town á Facebook
 

22 milliónir fylgdu við

Géza Dávid Turi, ið byrjaði á bonkinum, kom inn í 64. minutti, tá støðan var 2-0 til Grimsby Town.

Og tá dysturin skuldi avgerðast við brotssparkskapping, eftir at United móti endanum fekk javnað, gjørdist føroyski landsliðsleikarin ein at skýttunum. 

"Eg hevði vant brotsspørk, og ein vinmaður segði, at eg skuldi skjóta niður í vinstra horn, so tað gjørdi eg," greiðir Géza Dávid Turi frá. 

Hann ásannar tó, at tað var ein spent støða at skula bæði á vøllin at spæla móti øllum stjørnunum, men eisini fram at skjóta eitt brotssparkt, tá 22 milliónir fólk kring heimin fylgdu við. 

"Eg hugdi beint upp á Onana (Manchester United-málverjin), tá eg hevði lagt bóltin á blettin, men hann hugdi beint upp á bóltin, so eg fekk ikki nógv frá honum. Tíbertur fór bólturin í málið."


Ein glaður Géza Dávid Turi eftir at sigurin móti Manchester United er ein veruleiki (Mynd: Grimsby Town á Facebook)
 

Sheffield Wednesday næst

Géza Dávid Turi heldur, at Manchester United-leikararnir undirmettu Grimsby-leikararnar.

"Teir blivu eitt sindur kløkkir, tá dysturin byrjaði, tí teir høvdu ikki roknað við, at eitt lið úr lægru deildunum kundi pressað teir so høgt og í grundini spæla teir niður."

Næsta á skránni hjá Grimsby Town í Carabao Cup-steypakappingini er Sheffield Wednesday. 


Troyggjan hjá Manchester United-liðskiparanum, Bruno Fernandes (Mynd: Géza Dávid Turi)

 

Í posa og sekk

Sigast kann ikki annað, at Géza Dávid Turi fekk upp í posa og sekk í gjárkvøldið.

Umframt sigurin á United, so fekk hann eisini troyggjuna hjá United-liðskiparanum, Bruno Fernandes, við heim. 

"Eftir dystin, so sá eg, at hann (Bruno Fernandes) sat uttanfyri skiftingarrúmið hjá Manchester United. Eg fór so yvir og tók í hondina á honum og takkaði fyri dystin, og hann takkaði aftur. Og hóast eg tók eitt sindur synd í honum, tí hann sá so ómetaliga keddur út, so spurdi eg alíkavæl, um eg kundi fáa blusuna hjá honum, og tað segði hann ja til. Eg skuldi bara hava blusuna," greiðir ein ovurfegin Géza Dávid Turi frá. 


Glaðir Grimsby Town leikarar, tá sigurin er í hús (Mynd: Géza Dávid Turi)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610