Øssur Winthereig farin

Øssur Winthereig farin
Okkara fyrrverandi starvsfelagi, Øssur Winthereig, er deyður, 66 ára gamal
Øssur Winthereig er deyður, 66 ára gamal.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.08.2025 - 12:00

Øssur Winthereig byrjaði longu í útvarpinum seinnapartin í sjeytiárunum.

Seinni fór hann at lesa til journalist á Danmarks Journalisthøjskole í Aarhus, og hann starvaðist á miðlum bæði í Danmark og í Føroyum. 

Øssur legði stóran dent á kritiskan journalistikk, og hann legði sjálvur fyri við sjónvarpssendingum um psykiatrisku viðgerðina í Føroyum, um keypið av millumbylgjusendara, og um skipagølurnar í 80-árunum.

Ein søgulig hending, sum nógv minnast Øssur standa mitt í, var dagurin, tá Sjóvinnubankin fór á heysin, og Øssur rapporteraði beinleiðis í sjónvarpinum um støðuna. 

Í 1996 stovnaði hann føroyskt tíðindablað saman við Dánjali Højgaard. Redaktiónin var í Danmark, men blaðið Føringurin gjørdist eisini ein týðandi miðil í Føroyum eitt tíðarskeið.

Í 1998 kom Øssur aftur í SvF sum tíðindaleiðari. 

Hann legði dent á at hava kjak og hvassar samrøður í tíðindaflutninginum, og at vanliga fólkið skuldi koma til orðanna.

Hetta starv røkti hann, til SvF og ÚF vórðu løgd saman til KvF. 

Eftir hetta fór Øssur at arbeiða sum sjálvstøðugur, og gjørdi eitt nú sendingarnar "Pressan" og "Skannarin", sum settu kritiska sjóneyku á journalistikkin í Føroyum. 

Øssur var virkin fakfelagsmaður, og hann var í mong ár næstformaður í Felagnum Føroysk Miðlafólk. 

Øssur átti børnini Silju, Røskvu og Jens Brand.


Øssur átti børnini Silju og Røskvu, sum her síggjast saman við pápanum, og sonin Jens Brand (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

LES EISINI: Ólekiliga sjúkur við krabbameini: “Tá man er farin, so er man farin”

 

Í sendirøðini "Mín síðsta deadline" fortaldi Øssur Winthereig um sítt lív og lívið við krabbameini.

Vit í Kringvarpinum eru takksom um alt tað, ið Øssur Winthereig legði okkum í beini, og tá hann seinni fanst at okkum, so vit mintust at halda journalistisku kósina,

Sendinginrøðin "Mín síðsta deadline" kann hoyrast her. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083