
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Kroatiska landsliðið er á veg til Føroyar á fyrsta sinni. Við á ferðini er ein av kendastu fótbóltsspælarunum í heiminum. Talan er um 39 ára gamla bóltsnillingin Luka Modrić. Hann ger ikki nógv burturúr sær sjálvum, men avrikini tala fyri seg.
Hann hevur spælt 188 landsdystir fyri Kroatia, har HM-silvur í 2018 og HM-bronsa í 2022 eru flottastu úrslitini. Miðvallarin hevur vunnið Champions League seks ferðir, spanska meistaraheitið fýra ferðir og FIFA World Club Cup og UEFA Super Cup fimm ferðir í part.
Í 2018 gjørdist Luka Modrić fyrsti spælarin, sum koppaði sigursrøðini hjá Cristiano Ronaldo og Lionel Messi, sum tá høvdu vunnið gylta bóltin 10 ár á rað. Kroatiski miðvallarin vann tá Champions League fyri triðju ferð upp í slag og átti stóran lut í, at Kroatia kom í HM-finaluna í 2018. Hann bleiv eisini valdur til FIFA Best Player og UEFA Best Player sama ár.
Heimsstjørnur á klettunum
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein Ballon d’Or vinnari er í Føroyum. Í 2016 var Portugal á vitjan. Á liðnum var Cristiano Ronaldo, sum hevur vunnið Ballon d’Or fimm ferðir. Hann er óiva størsta ítróttastjørnan, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.
Ein annar var Fabio Cannavaro, sum í 2006 vann HM við Italia. Árið eftir var hann í Føroyum við italska landsliðnum, sum vann ein tepran 2-1 sigur.
Tríggir aðrir spælarar, sum seinni vunnu Ballon d’Or, hava eisini spælt á klettunum. Hesir eru Pavel Nedved, Karim Benzema og Rodri. Pavel Nedved var partur av tiltikna mjørkadystum á Svangaskarði í 1998, tá kekkar 'gloymdu' fair play andan í leitanini eftir sigursmálinum. Hann vann Ballon d’Or í 2004. Karim Benzema skoraði tvey mál á Tórsvølli í 2007, og sat á bonkinum allan dystin í 2009. Hann vann gylta bóltin í 2022. Rodri er verandi vinnari av Ballon d’Or bóltinum. Hann var í Føroyum við spanska landsliðnum í 2019.
Føroyar hava eisini roynt seg móti Zinedine Zidane, sum vann Ballon d’Or í 1998. Hann var tó ikki við í Føroyum, men spældi ein tíma á Felix Bollaert leikvøllinum í Lens í 2005. Frakland vann 3-0.
Lítla stóra stjørnan á síðulinjuni
Og fyri at runda alt prátið um Ballon d’Or, so hevur ein Ballon d’Or vinnari verið landsliðsvenjari hjá Føroyum. Tað var Allan Simonsen, sum var føroyskur landsliðsvenjari frá 1994 til 2001. Hann vann gylta bóltin í 1977, tá hann spældi við týska felagnum Borussia Mönchengladbach. Ein annar hevur verið á vitjan sum UEFA forseti. Tað var fyrrverandi franski stórspælarin Michel Platini.
Luka Modrić er í dag 39 ára gamal. Yrkisleiðin byrjaði í heimlandinum, men hevur síðani spælt við Tottenham og Real Madrid. Tað er serliga í spanska høvðusstaðnum, at hann hevur skrivað sítt navn í fótbóltssøgubøkurnar. Í summar skifti hann til AC Milan.
Kroatia er í løtuni nummar 10 á styrkilistanum hjá FIFA. Føroyar eru nummar 141. Dysturin verður fríggjakvøldið klokkan 19.45. Kringvarpið vísur dystin í sjónvarpinum.