Trupult at rinda, um skuldin er ov stór

Trupult at rinda, um skuldin er ov stór
Í løtuni hava Føroyar eina lutfalsliga lítla almenna skuld. Men verða stórar íløgur gjørdar komandi árini, so kann skuldin gerast størri enn ráðiligt, sigur Búskaparráðið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.09.2025 - 09:30

ES hevur ein felags standard fyri, hvussu almenna bruttoskuldin verður gjørd upp. Á føroyskum eitur standardurin EGS-skuld. EGS merkir Evropeiska Gjaldoyrasamstarvið.

Verður almenna skuldin gjørd upp fyri Føroyar sum EGS-skuld, so verður landið, kommunurnar, grunnar umframt skuldin hjá P/f Eystur- og Sandoyartunlum roknað upp í.

 

Í 2020 varð føroyska EGS-skuldin lutfalsliga høg orsakað av Covid-19. Tá var hon 42 prosent av BTÚ. Tey næstu tvey árini var hon lækkandi og kom í 2022 niður á 28 prosent. Síðan tað hevur hon tó staðið í vøkstri, og er í ár mett til 32 prosent av BTÚ.

Búskaparráðið sigur, at fleiri av teimum størru búskapunum í ES, sum hava eina reglu um, at EGS-skuldin ikki skal vera hægri enn 60 prosent av BTÚ. Grundgevingin er, at ein ov høg skuld kann gera tað trupult hjá einum landi at rinda skuldina aftur, serliga um tað kemur í fíggjarligar trupulleikar. Tað, at Føroyar eru eim pinkubúskapur við einsháttaðum vinnubygnaði í útflutninginum, talar fyri einum lágum skuldarmarki, sigur Búskaparráðið.

Tað merkir, heldur Búskaparráðið, at skuldin helst ikki skal vaksa meiri enn 8 milliardir krónur, og nevnir ætlanir um at gera ein Suðuroyartunnil, sum verður mettur at kosta 4 milliardir krónur, ella 5 við byggirentum. Tað fer so at minka um rásarúmið at gera aðrar íløgur, sigur Búskaparráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424