Hevur siglt sín seinasta túr við Sam

Hevur siglt sín seinasta túr við Sam
Sámal Petur í Grund hevur ført Sam um Kallsoyarfjørð í 21 ár
 
04.09.2025 - 13:10

30.000 túrar.

So ofta hevur Sámal Petur í Grund ført strandfaraskipið Sam um Kallsoyarfjørð. 

Men seinasta sunnudag hevði hann sín seinasta túr eftir at hava røkt starvið sum skipari á Sam í 21 ár. Hann hevur annars starvast hjá Strandferðsluni í 25 ár. 

- Eg havi trivist ómetaliga væl í starvinum øll hesi árini, og kallsoyingar hava verið sum familja. Tað hevur ikki verið ein føðingardagur ella eitt brúdleyp, uttan at tey hava borið okkum mat umborð. Vit hava notið heilt ótrúliga gott av kallsoyingum  og hava havt eitt ómetaliga gott vinarlag, sigur Sámal Petur í Grund.

Túrurin um Kallsoyarfjørð tekur vanliga umleið 20 minuttir at sigla, men hetta er ein farleið, sum krevur, at tú hevur neyðugu vitanina um eitt nú streym og rák á leiðini.

- Hevur tú vindin upp í ættina, so blívur ómetaliga óslætt, og tað er serliga vestfallið, sum ger seg galdandi. Í høgætt og vestfalli kunnu vera ordilig brot, og tá mugu vit sigla meira suðurá, sigur Sámal Petur í Grund og leggur afturat, at tað gingu seks ár, áðrenn hann veruliga føldi, at hann kendi allar konditiónirnar, soleiðis at hann kundi sigla í myrkri uttan at ivast í, hvussu hann skuldi sigla.

Í morgunsendingini hyggur Sámal Petur í Grund aftur á mongu árini sum skipari á Sam.

1761674

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751