Kanna nú politiskar avgerðir, sum hava havt avleiðingar fyri Grønland

Kanna nú politiskar avgerðir, sum hava havt avleiðingar fyri Grønland
Millum annað skulu avgerðir hjá donskum politikarum, sum hava havt avleiðingar fyri grønlendingar, kannast
Kannast skulu viðurskiftini millum Grønland og Danmark frá øðrum heimsbardagi til nú, seinastu 80 árini.
 
04.09.2025 - 08:07

Kanningin, ella frágreiðingin, sum skal staðfesta allar politiskar avgerðir og hendingar, sum hava havt avleiðingar fyri Grønland, byrjar nú.

Tað sigur lærdi haskúlin í Grønlandi í tíðindaskrivi.

Avgerðin um kanningina var tikin í juni í 2022.

Kannast skulu viðurskiftini millum Grønland og Danmark frá øðrum heimsbardagi til nú, seinastu 80 árini.

Millum annað skulu avgerðir hjá donskum politikarum, sum hava havt avleiðingar fyri grønlendingar, kannast.

Fimm ár eru sett av til at gera kanningarnar og frágreiðingina.

 

Tenna Jensen. (Mynd: KNR)

 

Kostar 45 milliónir

Danska stjórnin fíggjar hana. 45 milliónir krónur eru játtaðar. 

Kanningarleiðarin skal hava tilknýti til lærda háskúlan í Grønlandi.

Tenna Jensen og Daniel Thorleifsen eru kanningarleiðarar.

Annars skulu grønlendskir og danskir granskarar vera við, og grønlendska fólkið skal spyrjast.  

Granskararnir skulu ferðast í Grønlandi og tosa við fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006