Martin avgjørdi við sínum fyrsta landsliðsmáli

Martin avgjørdi við sínum fyrsta landsliðsmáli
Martin Agnarsson gjørdist hetjan hjá Føroyum, tá hann skeyt einasta málið á Europa Point og tryggjaði Føroyum sigurin á Gibraltar í einum heldur óruddiligum dysti
 
08.09.2025 - 22:47

Við sínum fyrsta landsliðsmálið tryggjaði Martin Agnarsson Føroyum sigurin á Gibraltar eftir ein dyst, sum ikki fer í søgubøkurnar sum tann besti og snøggasti hjá føroysku fótbóltsmonnunum.

Tað ger minni. Venjarin hevði sagt, at honum tørvaði ikki at vinna nakra vakurleikakapping, og tey seks stigini, sum eru komin til høldar ímóti Gibraltar gera eisini, at undankappingin í roynd og veru er góðkend undan teimum trimum dystunum, sum eftir eru.

 

Óruddiligur og lítið áhugaverdur fyrri hálvleikur

Byrjanin á Europa Point var óruddilig, men sum frá leið fingu føroyingarnir tak á bóltinum, og fingu spælt seg til bæði eina og tvær hálvvandamiklar støður.

Árni Frederiksberg var í miðdeplinum. Fyrst broderaði hann seg inn í brotsteigin í samstarvið við Brand H. Olsen, men innleggið rakk ikki fram, síðan skeyt hann hornaspark beinleiðis í nærru stong og so royndi hann seg enntá frá miðjum vølli; tó uttan úrslit.

KÍ-vongurin vann eisini Føroyum eitt fríspark, sum hann sjálvur kundi havt skotið, men Brandur H. Olsen skeyt í staðin mitt á málverjan úr 25 metrum.

Gibraltar hótti eisini við mótálopum og skotroyndum útifrá, men um viljin var til staðar hjá heimaliðnum, rukku evnini kortini ikki til tað heilt stóra, og tí var málleyst í hálvleikinum.

 

Sjokkbyrjan eftir steðgin

Hjálparvenjarin Atli Gregersen hevði tosa við "semistórum bókstavum" í steðginum, avdúkaði hann fyri Tróndi Arge í Kringvarpinum, men fyrstu løtuna vóru tað teir hjá heimaliðnum, sum vóru nær við at skora.

Tíbetur stóð Mattias Lamhauge fyri, um teir raktu málið, og tá tímin var spældur, kom vend í. Venjararnir sendu Jóannes Kalsø Danielsen, Hanus Sørensen og Jóan Símun Edmundsson á vøllin, og tað gjørdi mun.

Toftamaðurin í Akureyri setti nýtt dystarmet - við nummar 96 yvirhálaði hann Fróða Benjaminsen - og eins og á heimavølli, kom meira ró yvir føroyska álopsspælið. Tað gav eisini úrslit, tá 68 minuttir vóru spældir.

Føroyar spældu seg afturum heimaverjuna høgru megin, og Brandur H. Olsen royndi seg, tá bólturin kom eitt sindur útfrá. Skotið var ikki gott, men til alla lukku sló Bradley Banda bóltin beint út til Martin Agnarsson, sum skoraði sítt fyrsta landsliðsmál úr stuttari frástøðu.

 

Lítil vandi á ferð

Tey, sum væntaðu eitt trýst frá heimaliðnum, fóru skeiv. Føroyska liðið dugdi væl at vera frammanfyri, og sjáldan var vandi á ferð hjá Mattiasi Lamhauge og teimum í verjuni. 

Hinvegin høvdu bæði Hanus Sørensen og Martin Agnarsson kjansir at avgera dystin endaliga, men royndirnar fóru framvið ávíkavist fremru og handaru stongini. Tað hevði kanska verið ov nógv av tí góða hjá Martini Agnarsson at fingið enn eitt mál.

Heilt til endans kundi enda galið, tá ein framherji hjá heimaliðnum varð sendur afturum føroysku verjuna, men Samuel Chukwudi gjørdi akkurát nóg mikið til at steðga honum uttan at gera brotsspark. 

Føroyingarnir kundu tí fegnast, tá dómarin blásti fyri seinastu ferð. Tveir sigrar á Gibraltar gera, at hendan undankappingin í roynd og veru er góðkend, men lítið man vera at ivast í, at føroyingarnir ætla sær meir, tá Montenegro og Kekkia vitja á Tórsvølli í oktober.

 

Europa Point (HM-undankapping, 5. umfar)

Gibraltar - Føroyar 0-1 (0-0)

0-1 Martin Agnarsson, 68 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498