Airbnb í Havn: Borgarstjórin vil hava víðari heimildir

Airbnb í Havn: Borgarstjórin vil hava víðari heimildir
Elsa Berg vil hava heimild at avmarka stutttíðarleigu, so Airbnb og líknandi fyritøkur skulu fylgja føroyskum reglum
Havnin er høvuðsstaðurin í øllum Norðurlondum, sum hevur flestar Airbnb-búeindir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.09.2025 - 13:38

Borgarstjórin í Havn vil hava víðari heimildir frá landsstýrinum, nú tað vísir seg, at høvuðsstaðurin hevur flestar Airbnb-búeindir fyri hvønn íbúgva í øllum Norðurlondum.

Elsa Berg bíðar eftir, at landsstýrið gevur kommununum fleiri heimildir, millum annað at avmarka stutttíðarleigu, so Airbnb og líknandi fyritøkur fylgja føroyskum reglum.

 

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. 

 

17,7 búeindir

Í fjør hevði Tórshavnar kommuna 17,7 Airbnb-búeindir fyri hvørjar 1.000 íbúgvar, og tað er tað mesta í øllum Norðurlondum, sambært týska dátugrunninum, Statista. 

Reykjavík er nummar tvey í Norðurlondum við 17,4 búeindum, meðan Keypmannahavn hevur triðflestar Airbnb-búeindir, 15,3.

Nummar fýra er Stokkhólm, nummar fimm Oslo, og nummar seks er Helsinki við 4,5 Airbnb-búeindum fyri hvørjar 1.000 íbúgvar.

Statista hevur roknað dáturnar út við at býta talið av Airbnb-búeindum við fólkatalið í býunum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09092025_Elsa_Berg

 

 

Vit hava biðið Margit Stórá, landsstýriskvinnu í bústaðarmálum, um viðmerking. 

Men hon sigur, at stutttíðarleiga og Airbnb eru vinnumál, og tí ikki hennara málsøki.

Sirið Stenberg, landssstýriskvinna í vinnumálum, var upptikin á landsstýrisfundi fyri døgurða, og tí ikki tøk til samrøðu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044