Stoltenberg fær ráðharrasess í nýggju stjórnini

Stoltenberg fær ráðharrasess í nýggju stjórnini
Jens Stoltenberg hevur gjørt eitt gott arbeiði, og eg vil fegin hava hann við í stjórnina, sigur Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri
Jens Stoltenberg hevur verið fíggjarmálaráðharri norsku stjórnini, sum var umskipað í vetur.
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
09.09.2025 - 14:28

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri og formaður í norska arbeiðaraflokkinum, vissar um, at Jens Stoltenberg fær ein sess í nýggju stjórnini.  

Jens Stoltenberg kom upp í stjórnina í vetur sum fíggjarmálaráðharri, tá sentrumsflokkurin var farin burturúr, og arbeiðaraflokkurin skipaði stjórn einsamallur.

- Stoltenberg hevur gjørt eitt gott arbeiði, og eg vil fegin hava hann við í nýggju stjórnina, segði Støre í nátt.

 

Evropa kann læra av hesum

- Valúrslitið er greitt tekin til alt Evropa, og Evropa kann læra av hesum, segði Jens Stoltenberg við Reuters-tíðindastovuna í gjárkvøldið:

- Tað er gott at vera við í toyminum hjá Jonas Gahr Støre og síggja, hvussu sosialdemokratiskir flokkar í Evropa kunnu vinna, eisini tá ið vit síggja vaksandi stuðul til høgrapopulismu. Restin av Evropa kann læra av hesum, at tað ber til at vinna valstríðið, har sterk høgrapopulisma er førd fram, sum vinnur, og sum konservativi flokkurin má svíða fyri. Og at sosialdemokratarnir og mið-vinstra hava vunnið greitt, segði Jens Stoltenberg.

 

Jógvan Hugo Gardar.

 

Hoyr samrøðu við Jógvan Hugo Gardar, journalist í Oslo, um politisku tingingarnar í Noregi, nú valúrslitið er greitt:

 

09092025_Jogvan_Hugo

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666