Steðgur í samráðingunum millum Russland og Ukraina

Steðgur í samráðingunum millum Russland og Ukraina
Talsmaðurin fyri Kreml sigur, at evropeisk lond forða fyri samrøðum millum partarnar
Dmitrij Peskov er talsmaður hjá russisku myndugleikunum.
 
12.09.2025 - 14:07

Steðgur er komin í samráðingarnar um frið millum Russland og Ukraina, skrivar danska kringvarpið

Dmitrij Peskov, talsmaður fyri Kreml, sigur, at Russland samráðist ikki í løtuni. 

- Samskiftisleiðirnar eru har og virka. Samráðingarumboð okkara hava møguleika at samskifta gjøgnum tær. Men í løtuni er tað helst meira neyvt at siga, at steðgur er í, sigur talsmaðurin.

Evropeisk lond forða fyri eini friðarligari samrøðu um Ukraina, sigur  Peskov.

- Russiska síðan er framvegis til reiðar at vera við í einari friðarligari samrøðu. Men tað er heilt rætt, at evropear forða fyri tí, sigur Peskov.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329