Danmark keypir vápn, sum skulu ræða russar

Danmark keypir vápn, sum skulu ræða russar
Talan verður um dronur og langtrøkkandi rakettir. Í løtuni er tó eingin beinleiðis hóttan úr Russlandi, sigur forsætisráðharrin
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, helt tíðindafund saman við verjumálaráðharranum og uttanríkisráðharranum.
Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix  
 
17.09.2025 - 14:15

Trygdarpolitiska støðan ger tað neyðugt hjá Danmark at útvega sær langtrøkkandi vápn, sum t.d. dronur og rakettir.

Tað segði Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á tíðindafundi fyrr í dag saman við Lars Løkke Ramussen, uttanríkisráðharra, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra.

- Stjórnin hevur tikið prinsippavgerð um, at Danmark skal útbyggja hernaðarligu orkuna við langtøkkandi vápnum, sum kunnu raka mál hjá fíggindanum við stórari frástøðu.

- Støðan í Evropa og Danmark er álvarslig, og eingin ivi er um, at Russland verður ein hóttan í mong ár, segði Mette Frederiksen á tíðindafundinum.

 

Eingin ítøkilig hóttan 

Hon leggur dent á, at í løtuni er eingin ítøkilig hóttan úr Russlandi um álop á Danmark, men Russland er sum partur av krígnum í Ukraina í ferð við at flyta mørk, og Ukraina er ikki nóg mikið hjá russum. 

Vápnini, sum danska verjan ætlar at útvega sær, skulu ræða russar.

- Fyritreytin fyri okkara trygd er,  at vit eru før fyri at verja okkum, sigur Mette Frederiksen.

Henda ætlanin um vápnakeyp kemur aftrat henni, sum var kunngjørd í síðstu viku, um at Danmark fer at keypa loftverjuskipanir fyri slakar 60 milliardir kr. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155