Rættarnevndin fer nú at viðgera fosturtøkulógina

Rættarnevndin fer nú at viðgera fosturtøkulógina
Málið fekk 1. viðgerð í tinginum í gjár, og forkvinnan í rættarnevndini ætlar at fáa málið aftur í tingið í seinasta lagi um ein mánað
Hervør Pálsdóttir er forkvinna í rættarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.10.2025 - 12:24

Uppskotið um at seta markið fyri fosturtøku úr 16 vikum niður í 12 vikur, um inntrivið verður gjørt áðrenn endanum av 12. viku í viðgongutíðini, og kvinnan hevur fingið í boði ráðgeving, læknafrøðiliga kunning og vegleiðing um inntrivið, var til fyrstu viðgerð í løgtinginum í gjár. 

Málið var beint í  rættarnevndina, sum fer at hava fund í næstu viku , sigur Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini. Hon er eisini ein av uppskotssetarunum.

Nevndin hevur ein mánað at viðgera málið og skriva álit. Hervør Pálsdóttir sigur, at málið kemur aftur í tingið, áðrenn freistin er farin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01102025_Hervor

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860