- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stúra ikki fyri, at sparingin í mvg verður løgd oman á prísin
Stúra ikki fyri, at sparingin í mvg verður løgd oman á prísin
Landsstýrið hevur skotið upp at strika meirvirðisgjaldið á blæum, eplum og grønmeti

Meirvirðisgjaldið á eplum skal strikast. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
02.10.2025 - 12:00
Landsstýrið stúrir ikki fyri, at handlarnir fara at leggja tað, sum teir spara í meirvirðisgjaldi, ella part av tí, oman á prísin.
Einki stendur um hetta í lógaruppskotinum um at strika meirvirðisgjaldið á blæum, eplum og grønmeti.
Sambært uppskotinum er bruttovinningurin fyri epli og grønmeti 25 prosent.
Fyri barnablæur er bruttovinningurin leysliga mettur at vera 35 prosent.
Landsstýrið sigur, at uppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna, sum skal halda skil á ymsum meirvirðisgjøldum.
Størri umsitingarkostnaður hjá vinnuni kunnu minka kappingina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 24. august
RagnarRokk:Sebastian Levermann um Angus McSix and the All-Seeing Astral Eye
212033
Nýggjastu sendingar í SV






















