- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjóri ákærdur fyri at stjala milliónir

Tað byrjaði við einum tíðindaskrivi, sent fjølmiðlunum seint seinnapartin 12. november í fjør, dagin tá føroyingar fóru á kommunuval. Í tíðindaskrivinum stóð stutt, at "í dag er avtala gjørd millum nevndina í P/f Magn og Finn Jakobsen, at hann fer frá sum stjóri. Finn hevur verið stjóri síðani 2020, og áðrenn tað var hann tekniskur stjóri. Finn Jakobsen fer úr starvi beinanvegin."
Einasta viðmerking frá felagnum var, at talan var um eitt "innanhýsis mál"
Týsdagin í næstu viku situr Finn Jakobsen á ákærubonkinum í Føroya Rætti. Hann er ákærdur fyri í tíðarskeiðnum frá 26. august í fjør til 17. oktober í fjør at hava flutt pengar úr vindmyllufelagnum Flatnahagi til eitt felag í Dubai, Assuret Solutions Limited.
Tryggingarfelagið LÍV eigur 60% av partafelagnum Flatnahagi, Magn eigur hini 40 prosentini. Og stjórin í Magn var eisini stjóri í felagnum Flatnahaga, frá byrjan í 2021, til hann varð koyrdur frá, í november 2024.
Flutti sær milliónir
Sambært ákæruritinum er talan um seks flytingar, tann minsta góðar 160.000 krónur, tann størsta útvið 1,8 milliónir krónur. Tilsamans er talan um 3.445.000 krónur. Sambært ákæruritinum er talan um flytingar av konto hjá p/f Flatnahaga, sum eru brúktar til at rinda fyri privatar útreiðslur hjá stjóranum sjálvum. Eitt táverandi starvsfólk hjá p/f Flatnahaga fekk boð um at gera flytingarnar, og viðkomandi er eisini ákærdur fyri sín leiklut í málinum.
Finn Jakobsen er ákærdur fyri "mandatsvig af særlig grov beskaffenhed", sum tað eitur í revsilógini. Revsiramman er átta ára fongsul.
Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, vil ikki upplýsa, hvørja revsing ákæruvaldið krevur. Tað verður upplýst á rættarfundinum týsdagin.
Pengarnir rindaðir aftur
Kringvarpið hevur síðstu dagarnar roynt at fáa eina viðmerking frá Finn Jakobsen. Men hann tekur ikki telefonina og svarar ikki teldupostum. Tað er tó greitt, at fyrrverandi stjórin í Magn ikki játtar seg sekan í øllum ákærupunktum. Talan er nevniliga ikki um eitt játtanarmál, men um eitt ákærumál, ið skal roynast í rættinum. Tað verður gjørt sum eitt dómsmansmál - tað verður brúkt, um ákærin krevur í minsta lagi seks mánaðar fongsul. Í dómsmansmáli er ein løgfrøðiligur dómari og tveir leikdómarar. Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, væntar at dómur eisini verður sagdur týsdagin.
Jan Petersen, nevndarformaður í Magn, upplýsir fyri Kringvarpinum, at allir, stolnu pengarnir - tilsamans góðar 3,4 milliónir krónur - eru goldnir aftur til partafelagið Flatnahagi.

























