Hava skrivað undir friðaravtalu um Gasa

Hava skrivað undir friðaravtalu um Gasa
Ísrael sigur, at avtalan kemur ikki í gildi, fyrr enn Knesset hevur góðkent hana
Í Gasa fegnast tey, at vápnahvíld nú er fingin í lag.
Mynd: Ramadan Abed/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.10.2025 - 13:46

Egyptiska sjónvarpsrásin Al Qahera skrivar, at fyrsti partur av friðaravtaluni millum Hamas og Ísrael var undirskrivað klokkan 10 fyrrapartin føroyska tíð.

- Avtala er gjørd um at fáa vápnahvíld í lag og enda kríggið í Gasa eftir tvey ár við líðingum, sigur egyptiski forsetin, Abdel Fattah al-Sisi, sambært Al Qahera.

 

Eisini í Ísrael fegnast tey um friðaravtaluna. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Talsmaður fyri ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, sigur, at avtalan kemur ikki í gildi, fyrr enn ísraelska tingið, Knesset, hevur góðkent hana.

Sambært talsmanninum verður hetta seinnapartin ella í kvøld.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542