Nýggj ES-fyriskipan stigvíst tikin í nýtslu í Føroyum

Nýggj ES-fyriskipan stigvíst tikin í nýtslu í Føroyum
Talan er um talgilda skráseting av inn- og útferð hjá triðjalandsfólki í Schengenlondum
Endamálið er at nútímansgera marknaeftirlitið og økja trygdina, bæði við ytru mørkini í Schengen og inni í Schengenøkinum, sigur Løgmálaráðið.
 
09.10.2025 - 08:30

Sunnudagin verður nýggja EES-fyriskipanin hjá ES stigvíst tikin í nýtslu í Føroyum. 

EES merkir Entry/Exit System.

Talan er um talgilda skráseting av inn- og útferð hjá triðjalandsfólki í Schengenlondum.

Skipanin skrásetir beinleiðis í inn- og útferðarskipanina hjá ES. 

Skipanin kemur í staðin fyri verandi skipan, har pass vera stemplað við hond. 

Endamálið er at nútímansgera marknaeftirlitið og økja trygdina, bæði við ytru mørkini í Schengen og inni í Schengenøkinum, sigur Løgmálaráðið.

 

Mynd og fingramerki

EES tekur mynd av andliti og tekur fingramerki hjá ferðandi, sum koma úr londum uttan fyri Schengen. 

Hetta kann fyrstu tíðina hava við sær bíðitíðir við marknaeftirlitsstøð, eitt nú á flogvøllum.

Upplýsingar, sum EES skrásettir, vera goymdar í upp í trý ár.

Upplýsingarnar vera viðgjørdar sambært evropeisku dátuverndarfyriskipanini.

Triðjalandsfólk hava rætt til at síggja, rætta og fáa strikað upplýsingar, sum eru skeivar ella ólógliga skrásettar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040