Nýggj poddvarpsrøð: - Eg eri blivin kallað bæði "hora" og "golddigger"

Nýggj poddvarpsrøð: - Eg eri blivin kallað bæði "hora" og "golddigger"
Bilar stóðu uttanfyri húsini hvørt kvøld fyri at fylgja við. Allastaðni vóru eygu vend móti nýggja parinum. “Kend yvir nátt” eitur nýggja poddvarpsrøðin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.10.2025 - 11:42

Innbakkin var fullur av boðum sum “hora” og “golddigger”. Fremmand fólk koma upp til hana og spyrja, hvat hon hugsar fyri sær. Í nýggjari poddvarpsrøð fortelur Poulina Øregaard Isaksen, hvussu hon upplivdi at vera tann, sum fólk slatraðu um.  

Árið er 2020, og tað rennur saman millum Poulinu Øregaard og Karl Birgir Isaksen. Tey eru bæði í parlagi, tá tey møtast, og hann er 30 ár eldri enn hon. Fólk eru á gosi um nýggja parið.  

Í trimum pørtum fortelur Poulina, hvussu hon upplivdi at vera tann, allar Føroyar tosaðu um. Um at fóta sær í einum nýggum veruleika, og tá tingini eru við at leggja seg bráðliga at gerast einkja sum 29 ára gomul. 

Hoyr poddvarpsrøðina 'Kend yvir nátt' her.


Men tað er ikki uttan ótta, at Poulina fortelur sína søgu alment.  

"Tað er óttin um at vera misskilt og aftur at vera sett í bás. Óttin fyri at verða ummælt negativt og sædd sum ein kvinna við smælari sjálvsinnsikt. Hetta hevur hildið meg aftur. Mest av øllum havi eg hildið aftur, fyri at ikki skaða børn og avvarandi meir enn okkara søga hevur gjørt frammanundan”

- Poulina Øregaard Isaksen.  

 

 

Hóast meir enn fimm ár eru gingin, síðani tað rann saman millum hana og Karl Birgir, so møtir hon framvegis fordómum, og hetta er orsøkin til, at hon hóast óttan velur at fortelja sína síðu av søguni.

"Tá ein søga ferðast runt, so broytist hon, og eg kenni ikki meg sjálva aftur í tí, sum verður sagt um meg. So eg haldi tað er uppá sítt pláss, at eg fortelji mína egnu søgu, sum hon veruliga er"

- Poulina Øregaard Isaksen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938