Fyrrv. trygdarráðgevi hjá Trump ákærdur at hava handfarið skjøl ólógliga

Fyrrv. trygdarráðgevi hjá Trump ákærdur at hava handfarið skjøl ólógliga
John Bolton var trygdarráðgevi hjá Trump í fyrra forsetaskeiðnum, og hann sigur nú, at forsetin er óegnaður til embætið
John Bolton er triði mótstøðumaðurin hjá Trump, sum er ákærdur.
 
17.10.2025 - 10:40

John Bolton, sum var trygdarráðgevi hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, í fyrru setu, er av amerikonsku myndugleikunum ákærdur fyri ólógliga handfaring av loyniligum skjølum.

Síðani 2019 er hann vorðin ein av argastu mótstøðumonnunum hjá Trump,  og hevur í sjálvævisøgu síni sagt, at sitandi forsetin er óegnaður til embætið.

Tað skrivar CNN, sum vísir til tvær loyniligar keldur.

Sambært ákæruritinum er John Bolton ákærdur fyri í tíðarskeiðinum frá apríl 2018 til september 2019 at hava sent boð við loyniligum upplýsingum til tveir persónar, og sambært upplýsingunum eru hesir persónar kona og dóttir hansara.

 

Triði mótstøðumaðurin, sum er ákærdur

John Bolton hevur sum trygdarráðgevi skrivað undir skjøl um tagnarskyldu, har hann ikki kann goyma og deila loyniligar upplýsingar, sum kunnu skaða USA.

John Bolton er triði politiski mótstøðumaður forsetans, sum er ákærdur.

Fyrr í hesum mánaðinum varð Letitia James, sum er løgmálaráðharri í New York, ákærd fyri bankasvik, og síðst í september varð James Comey, fyrrverandi FBI-ovasti, ákærdur fyri falskan vitnisburð og fyri at hava lagt meinbogar fyri einari kanning hjá kongressini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373