Rúsevni: Støðan í Grønlandi meinlík henni í Føroyum, men prísirnir ikki

Rúsevni: Støðan í Grønlandi meinlík henni í Føroyum, men prísirnir ikki
Støðan í Føroyum viðvíkjandi rúsevnum er meinlík henni í Grønlandi, men prísirnir kunnu ikki samanberast, sigur Heri Andreasen, varapolitiinspektørur
Mynd: KNR / Malik Brøns  
 
24.10.2025 - 18:27

Nógvur kavi er í Grønlandi, men trot er á einum øðrum slagi av hvítum pulvuri. Dýrt kokain lokkar brotsmenn til Grønlands at selja, sambært donsku løgregluni.

Sambært løgregluni í Grønlandi verður eitt gramm av kokaini selt fyri upp í 7.000 krónur. 

Hetta er nógvar ferðir dýrari enn í Keypmannahavn, har eitt gramm verður selt fyri umleið 900 krónur.

Hetta er at lokka brotsmenn til arktiska veðurlagið, sigur grønlendska løgreglan.

- Tað er okkara meting, at skipaðir kriminellir aktørar úr Danmark ferðast til Grønlands við ólógligum endamáli, sigur leiðarin á kanningardeildini hjá grønlendsku løgregluni, Malik Sandgreen, við DR.

Hann sigur, at brotsmannaliðini í stóran mun eru við í og forvinna pening av harðskapi og sølu av rúsevnum.

- Tað eggjar brotsmonnum at skapa ein marknað her, heldur Sandgreen fram.

Rúsevnisprísirnir lokka brotsmannalið til Grønlands, tí trupult at flyta ólógligu rúsevnini hagar, orsakað av landafrøðiligu staðsetingini.

Kokain er ikki tað einasta, sum er dýrt í Grønlandi. Hassj verður eisini selt fyri umleið tíggju ferðir upphæddina í Keypmannahavn. Eitt gramm kostar í Grønlandi millum 500 og 1000 danskar krónur. Sambært løgregluni er tað fyrst og fremst hassj, sum verður selt, og hald var lagt á 115 kilo av tí í fjør.

Seinasta árið eru fleiri fólk dømd fyri at hava smuglað rúsevni til Grønlands.

 

Støðan í Føroyum

- Støðan í Føroyum er meinlík henni í Grønlandi, men prísirnir kunnu ikki samanberast, sigur Heri Andreassen, varapolitiinspektørur á kanningardeildini hjá poltinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1772108

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983