Læknafelagið vil sleppa á fund við fíggjarnevndina

Læknafelagið vil sleppa á fund við fíggjarnevndina
Felagið sigur, at tað má vera eitt mistak, at serlæknapuljan er skerd so nógv
Ragnar Djurhuus Hammer er formaður í Læknafelagnum.
 
27.10.2025 - 08:13

Læknafelagið biður nú um at koma inn í fíggjarnevndina hjá løgtinginum til hoyring um sonevndu serlæknapuljuna.

Herfyri segði Læknafelagið við útvarpið, at tey eru sera ónøgd við, at serlæknapuljan er skerd úr fimm milliónum krónum niður í 450.000 krónur.

Í skrivi til fíggjarnevndina sigur felagið, at tað má vera eitt mistak, at serlæknapuljan er skerd so nógv.

Felagið vísir á, at uttan serlæknapuljuna finst ikki fígging til fleiri yvirlæknar, sum annars kundu hugsað sær at komið til Føroya at arbeiða.

Felagið hevur latið fíggjarnevndini eitt yvirlit, sum vísir, at tilsamans er talan um 9,5 serlæknastørv, sum skulu fíggjast gjøgnum serlæknapuljuna næstu tvey árini.

Ein serlækni kostar umleið 1,3 milliónir krónur.

Og tí eigur serlæknapuljan at hækka til smáar 6,2 milliónir krónur um árið næstu árini, sigur Læknafelagið í skrivi til fíggjarnevndina. 

 

Nevndin fund í dag

Fíggjarnevndin fer á fundi fyrrapartin at viðgera uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár.

Eisini skal nevndin viðgera fleiri fylgilógir til fíggjarlógina - tað eru uppskotið at hækka barnafrádráttin, leggja hægri avgjøld á tubbak og snús og strika meirvirðisgjaldið á epli, grønmeti og barnablæur. 

Trý onnur lógaruppskot eru eisini á skránni fyri fíggjarnevndarfundin fyrrapartin. Tey eru uppskotið um skattafrítøku fyri hjálpararbeiði, uppskotið um at javna landsskattastigan á hvørjum ári og lógaruppskotið um at projektera næsta byggistig í arbeiðnum at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum í Havn.

Tingfundur er ikki aftur fyrr enn fríggjadagin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098