Hava søkt um limaskap í norðurlendska films- og sjónvarpsgrunninum

Hava søkt um limaskap í norðurlendska films- og sjónvarpsgrunninum
Væntandi verður umsóknin viðgjørd á næsta ráðharrafundi um mentan, sum verður næsta vár
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í mentamálum, og Liselott Forsman, stjóri í norðurlendska films- og sjónvarpsgrunninum.
 
30.10.2025 - 08:42

Føroyar hava søkt um limaskap í norðurlendska films- og stjónvarpsgrunninum, Nordisk Film & TV Fond. 

Sambært umsóknini skulu Filmshúsið og Kringvarpið gerast limir í grunninum.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, søkti um limaskapin týsdagin.

Væntandi verður umsóknin viðgjørd á næsta ráðharrafundi um mentan, sum verður næsta vár.

Fáa Føroyar limaskap, fer tað at geva filmsvinnuni í Føroyum betri møguleika fyri at søkja um stuðul frá grunninum til films- og sjónvarpsverkætlanir í samstarvi við ein ella fleiri av okkara grannum í Norðurlondum, sigur Mentamálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424