Í kjallaranum hjá Milson

Í kjallaranum hjá Milson
Milson Zachariassen, sáli, var undangongumaður í rútmiskum tónleiki í Føroyum, fyrst sum stovnari av Faroe Boys, men seinni sum tónleikaframleiðari og upptøkutøkningur
Milson Zachariasen, sáli, har, ið hann treivst best, við ljóðpultin við seelgittaranum í føvninginum
Mynd: Privat mynd  
 
19.11.2025 - 19:00

Herfyri andaðist Milson Zachariasen, 88 ára gamal. 

Milson Zachariasen, ið var ættaður úr Vestmanna og stýrimanslærdur, var undangongumaður á føroyska tónleikapallin, bæði sum tónleikari og tónleikaframleiðari. 

Í bókini "Føroyska rokksøgan" er eitt brot um Milson Zachariasen, ið ber heitið "Í kjallaranum hjá Milson". 

Við loyvi frá høvundunum, so verður brotið endurgivið her til heiðurs fyri Milson Zachariasen, sála. 


Í kjallaranum hjá Milson

Høvundar: Kartin L. Hansen & Hans Egholm

Milson Zachariassen var fyrsti føroyingur, ið ognaði sær framkomna upptøkuútgerð longu í 1973, tá hann flutti í nýggj hús. Í kjallaranum riggaði hann sær studio til og byrjaði at gera upptøkur til kassettubond – einamest andaligar útgávur at byrja við.

Tveysporaða Revox-maskinan, ið hann ognaði sær í sekstiárunum og nýtti til fyrstu føroysku LP plátuna hjá Faroe Boys, var framvegis grundarsteinurin. Høgur tollur á upptøkutólum settu forðingar fyri stórvegis íløgum. Tískil vóru flestu upptøkur í Føroyum heilt fram til síðst í sjeytiárunum tiknar upp á tvey spor.

Men síðst í sjeytiárunum ognaði Milson sær eina 8-spor Brenell bandmaskinu úr Onglandi – eitt megnar framstig í føroyskum høpi. Tað, sum beatlarnir høvdu brúkt síðst í sekstiárunum og høvdu gjørt síni meistaraverk á, var endiliga komið til Føroyar. Tað var á hesi maskinu, at fyrstu pláturnar hjá m.a. Frændum, Tinganest og Vestmonnum vórðu tiknar upp.

Fastur gestur í kjallaranum hjá Milson var Kristian Blak. Nógv av tí, sum hann gav út í sjeyti- og byrjanini av áttatiárunum, er tikið upp hjá Milson.


MC Restorff var fastur gestur í studio hjá Milson bæði sjálvur og saman við Nikodemussangbólkinum (Mynd: Privat mynd hjá MC Restorff)
 

Milson gjørdi einki við at lýsa við studionum hjá sær. Kanska tí at hann helt, at talan ikki var um eitt rættiligt studio. "Tað var bara ein kjallari," sum hann málber seg.

Upp gjøgnum sjeytiárini gjørdist tónleikurin harðari – ikki bara á pallinum – men eisini í kjallaranum hjá Milsoni. Og blandingin av studio og sethúsum gjørdist ov mikið.

"Viðhvørt var ein øgiliga gangur í kjallaranum. Og tað riggaði ikki so gott við konu og børnum uppi á og ganginum niðriundir. Men konan var sera lagalig, tað skal hon eiga. Hon hevðist ongantíð at."

Milson Zachariasen, 27.02.07

 

LT Studio

Tískil gjørdi Milson, saman við fleiri øðrum tónleikarum í 1984 av at stovna eitt partafelag, p/f Ljóð Teknik (LT Studio). Øll útgerðin hjá Milson fór niðan í hetta studio eins og nýggj framkomin útgerð varð keypt – m.a. ein 24-spor bandmaskina og miksari. Hetta vóru tríggjar ferðir so nógv spor, sum áður hevði verið tøkt í Føroyum. 

LT Studio leigaði høli í A.C. Evensesgøtu, sum vórðu umbygd til endamálið. Samlaða íløgan var áljóðandi knappar 800.000 kr. Við hesum vóru Føroyar dagførdar við studiotøkni.

Men Milson var ikki so leingi partur av LT Studio.

"Tíðin var búgvin at lata yngri kreftir koma til við nýggjum hugskotum og dirvi at gera íløgur í tað útgerð, tónleikararnir vildu hava." 

Milson Zachariasen, 27.02.07

 

Millum málingablikk og linoliumsrullur

Ikki hava umstøðurnar altíð verið tær bestu at taka upp hjá Milson.

Í 1969 gav bólkurin The Rabbits út EP-plátu. Milson Zachariasen stóð fyri upptøkunum. Tær vóru gjørdar í kjallaranum í nýbygdu húsunum hjá Tummasi Micheal Smith úti í Grønulíð í Havn. Kjallarin varð eisini nýttur til goymslu hjá málingahandlinum, ið hann hevði niðri í býnum. Kjallarin var tískil á tremur við linoliumsrullum og máling. 

Kalt var í veðrinum, og oljufýringin mátti steðgast hvørja ferð, upptøkur skuldu gerast. Alt varð tikið upp í senn, men tað hendi meiri enn so at takast mátti av nýggjum, tí antin kom ein bilur framvið, ella høvdu tey gloymt at sløkkja fyri oljufýringini.

Milson var staddur uppi í stovuni, og tekin vóru gjørd niður í kjallaran, tá klárt var at byrja. Tveir Revox-bandupptakarar vóru brúktir til hesa upptøku, og var hetta sera framkomin útgerð tá.


Kræklingar í kjallaranum hjá Milson undir upptøkunum av "Svarti ravnur" hjá Martini Joensen (Mynd: Privat mynd)

 

Útvarpsstjóri órógvaði

Í 1972 innspældu Robert McBirnie og Jógvan Dahl tveir sangir, ið komu út sum stakpláta. Upptøkurnar vórðu gjørdar í niðaru hæddini í útvarpinum á Bryggjubakka. Har var eitt lítið “speaker” studio, eitt kontrollrúm og plátusavnið. Hetta vóru gomul hús, og ljóðbjálvingin var vánalig.

Milson var upptøkumaður. Teir báðir Robert og Jógvan, sum um hetta mundi spældu nógv saman, fóru stutt aftaná suður til Vágs. Dagin eftir ringdi Milson til teirra: Upptøkurnar kundu ikki nýtast og máttu gerast av nýggjum.

Tað ólukkuliga var hent, at ímeðan teir tóku sangirnar upp, var stjórin í útvarpinum, Niels Juel Arge, farin til gongu uppi á ovaru hæddini, og fótafetini hoyrdust so mikið væl á upptøkunum, at tær ikki kundu nýtast. 

14 dagar seinni vóru Robert og Jógvan aftur í Havn. Tá eydnaðist upptøkan, og plátan kom í sølubúðurnar stutt eftir. Sangirnir vóru Jákup Sibbi og Mær dámar bjór ... Hansemann Tórgarð gav út.


FØROYSKA ROKKSØGAN lýsir rýtmisku tónleikasøguna í Føroyum frá frumrokki til altjóða tónleikapallin í 10’unum. Bókin er skipað í tíggjuáraskeið frá fimmtiárunum fram til nú. Lýst verða rák, persónar, bólkar og støð, sum hava havt týdning fyri føroysku rokksøguna.

 

 

Ársins tónleikheiður

Í 2018 fekk Milson Zachariasen "Ársins tónleikaheiður" í sambandi við Faroese Music Awards (FMA). 

Í tí sambandi bleiv gjørt ein videokvøða, ið Suni Merkistein skrivaði og las, meðan Uni Leitisstein Hansen setti saman. 

Her er bæði kvøðan og takkartalan hjá Milson, ið dótturin, Heidi Sunnivudóttir Zachariasen, bar fram hansara vegna. 

20251118_NET_MILSON_ZACHARIASEN_FMA2018

 

Orð og lestur: Suni Merkistein
Sett saman: Uni Leitisstein Hansen

Árið er 1974.

Útvarpsteknikarin fer undir regluligar plátuupptøkur í nýbygdum studio í kjallaranum heima við hús. 

Ein nýggj tíð er byrjað. 

Í einum jøvnum streymi koma nú allar tær nýggju pláturnar. Ein hin fyrsta er singulpláta hjá nýggjum klaksvíksbólki. 

Milson Zachariassen er undangongumaður í rútmiskum tónleiki í Føroyum. Hann stovnaði og fann upp á navnið til fyrsta veruliga popporkestrið í landinum - Faroe Boys. Teimum spældi hann við í nøkur ár. 

Seinni tók hann upp undir ógvuliga primitivum umstøðum fyrstu føroysku LP-plátuna - hina appelsingulu hjá Faroe Boys, sum kom út fyri júst hálvthundrað árum síðani.

Í tíggju ár - frá 1974 til 1984 - legði Milson lunnar undir regluliga føroyska plátuútgávu. Eingin hevur talið á øllum plátunum og bondunum, sum eru tikin upp í kjallaranum við Tjarnarlág í Havn, men nógvir av sangunum eru vorðnir fólkaogn. 

Milson tók ikki bara upp; eyðkendi steelgittarin hjá honum hoyrist á so nógvum útgávum, at hann skapaði eisini ein serligan ljóma í føroyskum tónleiki.

Eftir tíggju ár við nógvum tónleikaupptøkum riggaði Milson av í kjallaranum heima við hús. Men áðrenn hann gavst tók hann saman við øðrum stig til nýtt upptøkustudio í býnum - LT-studio við Hoyvíksvegin. Undangongumaðurin hevði latið øðrum stafettina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065